TB Fótbóltsskúlin 2016

Ársins útgáva av árliga TB Fótbóltsskúlanum verður í døgunum 9. til og við 11. august.

Sigfríður Clementsen, høvuðsungdómsvenjari í felagnum, undirvísir allar dagarnar, saman við okkara egnu venjarum og øðrum dugnaligum fólkum.

Fótbóltsskúlin er ætlaður børnum millum 6-16 ár.

Luttkararnir fáa:

  • Barnabuffét allar dagarnar
  • Húgvu
  • Drekkidunk
  • Diplom
  • Fótbólt við autografi

Tilmelding er at flyta peningin á konto 6460 – 1754167 áðrenn 24. juli.

Kostnaður fyri hvønn er kr. 500. Viðmerkjast skal navn og aldur á barni/børnum.

Diplom verða handaði 11. august kl. 14.00. Foreldur og onnur eru vælkomin til hesa løtu.

Myndin er tikin í samband við fótbóltsskúlanum hjá TB í 2015.

Scroll to Top