TB kalendarin borin út

Seinastu vikurnar er árligi TB kalendarin deildur út í sóknini. Saman við kalendaranum var eisini eitt skriv, um nýggja samstarvi í vaksnamannadeildina hjá Tvøroyrar Bóltfelag, FC Suðuroy og Royn.

Er onkur, ið av onkrar orsøk ikki hevur fingið eitt eintak av kalendaranum, so ber til at fáa ein við at skriva til tb@tb.fo ella við at venda seg til formann felagsins, Poul Erik Smedemark á 37 12 38.

Tvøroyrar Bóltfelag takkar hjartaliga fyri stuðulin og fyri útberingarhjálpina.

Gerst limur

Samstundis so verður mint á møguleikan um at gerast hvílandi limur í Tvøroyrar Bóltfelag fyri 2017 – ynskir tú at gerast limur, so ber til at gjalda á fylgjandi konto nummar í Eik 9181 – 358.825.6

Gjaldið fyri at gerast hvílandi limur í Tvøroyrar Bóltfelag fyri 2017 er Kr. 200,-

Á flytingini skal viðmerkjast skal navn/nøvn á limunum.

Scroll to Top