TB megnaði 2-2 móti føroyameistarunum

TB var leygardagin á vitjan í Gundadali, fyri aðru ferð í ár. Hesaferð var mótstøðuliðið var meistararnar frá í fjør úr B36. Munurin á meistarum og uppflytarum sást tó ikki so heilt greitt, tí hóast B36 hevði leikliga yvirvág, so stóð TB liðið væl skipað, og tí komu vertirnar sjálvdan til heilt vandamiklar møguleikar. Eftir fimm minuttum eydnaðist tó at snýta vrangstøðufelluna hjá gestunum, og tað eydnaðist eisini at skora. Men tað, ið eftir var av hálvleikinum var sjálvdan veruligur vandi á ferð, og tí var støðan enn 1-0, tá liðini fóru til hálvleiks.

Stóran part av seinna hálvleiki var tað TB sum var nógv meira vandamiklir enn heimaliðið, og tá 71 minuttir vóru spældir, eydnaðist aldursforsetanum at javna, tá nýggi serbiski áloyparin, Igor Grkajac fekk bóltin uttanvert brotsteigarmarkið. Við einari spískari vending, og einum knasturrum eiturskoti høgdi hann TB upp á javnt.

Landsmaður Igors, Bojan Timic, sum eisini hevur eitt av Guði vælsignað máltev, vildi eisini sleppa á máltalvuna, og bert minuttin seinni, hamraði hann bóltin yvir í handara síðunet, eftir at hann slapp leysur úr spískum.

Nú lá okkurt óvæntað í luftini, og TB leikararnar spældu sera væl. Hesin góði Bojan kundi kanska avgjørt dystin stutt aftaná leiðslumálið, men málverjin kom út móti og bjargaði væl.

B36 komu nú meira inn í dystin aftur, og spakuliga fingu teir yvirvágina aftur, men onki spurdist burturúr. Tá so 90 minuttir vóru spældir, komu teir langt um longi gjøgnum, og tá velur ein TB leikari at fella hann innanvert brotsteigin. Brotspark, og so bleiv 2-2.

Hetta var ein av teimum síðstu hendingunum í dystinum, og samanumtikið var úrslitið á góðari leið. TB kann í øllum førum brúka hendan dystin, og øll tey mongu positivu aspektini til nógv gott framyvir, og tað er júst tað sum er umráðandi.

Eitt frálíkt avrik, har menn bardust manniliga, og stóðu væl á vøllinum. Harafturat gongur væl at finna vegin fram til málini, so tað byrjar at líkjast. Vegurin er tó langur enn, og arbeitt verður av øllum alvi.

Gott kempað dreingir.

Scroll to Top