TB – og Adu – fingu uppreisn

Sunnudagin var tætt millum himmal og helviti. Seinasta skot, Albert Adu skuldi skjóta straffi, og hevði harvið gyltan møguleika at geva TB longda leiktíð móti einum skerdum NSÍ-liði, sum hevði fingið málverjan riknan av vølli. Men Klæmint Olsen vildi tað øðrvísi, og TB-fjeppararnir fóru heim við brotnum hjørtum. So nær við, men dreymurin um Løgmanssteypið av á hesum sinni.

Í dag vildu TB’ararnir tað øðrvísi, tað sást á øllum brøgdum. Teir svørt-hvítu løgdu bragdliga fyri og fingu fleiri møguleikar, m.a. Albert Adu var eyðsýndur og hevði nøkur skot útifrá, men siktikornið var ikki heilt innstillað. Men tað fór at ganga betri við tí sum frá leið.

Tá 25 minuttir vóru farnir, fekk Din Din ein møguleika. Stóri maðurin úr Kamerun fekk við eini langari tá prikað bóltin frá vespuverjuni og gjørdist púra, eviga fríur móti málverjanum. Din Din meddaði, skjeyt – men framvið málinum. Nógv størri koma málmøguleikarnir valla. Men høgi áleyparin gavst ikki, men royndi at trýsta verjuna meira, enn okur hava sæð undanfarnu dystirnar, og tað fekk eisini restina av liðnum at trýsta, so vónandi verður tað meira av tí eisini framyvir.

NSÍ hevði lítið at bjóða uppá í fyrsta hálvleiki, og tað var mest okra monnum at takka, tí gestirnir fingu ikki frið á bóltinum, og til tíðir funnu okra mans sera væl hvønn annan. Gott at síggja. Mál kom tó onki í fyrsta hálvleiki, og undirritaði byrjaði so smátt at óttast, um okur fóru at síggja eina endurtøku av undanfarna dystinum móti júst NSÍ, har okra mans eisini spældu ein sera góðan fyrsta hálvleik, áðrenn NSÍ tók initiativið og fór við øllum.

Og annar hálvleikur byrjaði nøkulunda soleiðis, sum væntað. NSÍ fekk bóltin eitt sindur meira, men nakað beinleiðis yvirtak gjørdist tað ikki. Ndende er byrjaður at fóta sær eftir nakrar trilvandi dystir í byrjanini, og okur sóu nøkur góð dømi uppá, hví TB valdi at satsa uppá gamla kenningin.

Nakað inn í annan hálvleik fingu okur fjepparir næstan hjartað í hálsin. Carl varð hart pressaður í høgru síðu, og hann sá ongan annan útveg enn at spæla aftur til málmannin, Joslain, men tað hevði ein NSÍ’ari lisið, og hann gjørdist púra fríur. Men tað vísir seg, at TB hevur fingið ein málmann, sum er ótrúliga tryggur í tílíkum støðum, og hann bjargaði meistarliga royndini frá mótstøðuliðnum. Og okur kundu aftur anda lættan. Gott fyri TB, og gott fyri Carl, sum annars spældi ein góðan dyst – ein pressari við stórum TB-hjarta!

Løtu seinni framdi TB nakrar skiftingar, m.a. kom Absalon Eliasen, sum kom inn til sín fyrsta dyst fyri TB, inn fyri Carl, og Kofi kom inn fyri Eirik. Dysturin gekk hesa løtuna aftur og fram, og tann vælkendi óttin byrjaði at spríkja fram, men tá Teitur J. varð skiftur inn fyri Din Din, brast fyri nevi.

Og so. Í 83. minutti kom ein long sending fram í álopið frá Ragnari Joensen, sum var staddur áraka miðjuna. Teitur J. vann luftduellina við NSÍ-verjuleikaran, Salmundur Bech gjørdist fríur, og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í málið, og skoraði porkeriskempan harvið sítt fyrsta mál fyri TB. Vónandi bert fyrsta av mongum.

Men okur høvdu ikki fingið armarnar niður, fyrr enn dómarin bríkslaði fyri brotssparki í hinum endanum. Nú eru so nógv kamera, at øll við áhuga hava sæð, at tað varð ein sera fín takkling frá júst málskjúttanum Salmundi, ið Rúni Gaardbo floytaði fyri. TB’ararnir mótmæltu sum ørir, men líka lítið hjálpti, Árni Frederiksberg var ósvikaliga tryggur og 1-1. Nú føldist tað aftur, sum kenslan frá undanfarna dysti kom krúpandi, men okur í Tvøroyrar Bóltfelag hava ein mann, sum eitur Albert Adu.

Í 88. minutti fekk Adu bóltin frá Ragnari, og Albert setti ferð á, sum hann gjørdi so mangan í dag. NSÍ’ararnir tordu ikki at fara í hann, Adu hevði longu hildið teir til rukku fleiri ferðir, og vunnið nøkur fríspørk í vandastøðum, og fjálturin stóð skrivaður í pannuni á runavíkingunum, tá maðurin úr heimlandi ’Totalvoetbals’ kom rennandi. Og Adu gjørdi tað, sum Adu ger best: hann rann, og hann rann skjótt, hann dribblaði, hann setti verjuleikaran av, kom fram móti málmanninum og setti bóltin í netið til 2-1 til TB! Og enn einaferð vóru heimaáskoðararnir í reina ekstasu.

Nú vóru bert fáir minuttir til seinasta bríksl, nú fór at ganga okra veg! Men dómarin vildi gera tað spennandi. Joslain tveitti seg og varð fyrstur á einum leysum bólti í brotsteiginum. Hann reistist, og í tí, hann skal gúppa bóltin út, floytar dómarin. Óbeinleiðis fríspark! Til NSÍ?! Øll standa spyrjandi. Aftaná hava fólk talt sekundini, og sum skilst gingu ikki meira enn átta sekund, frá tí Joslain vann bóltin, til hann slepti sær av við hann, men óbeinleiðis frísparkið skuldi takast. NSÍ gjørdu seg til reiðar, skutu, men ov tjúkt var fyri, og eftir eitt bil við kaosi, varð bólturin endiliga varpaður langt burtur. Og so floytaði dómarin… Soleiðis drongir, heilt fantastiskt!

TB vann uppiborið móti NSÍ, alt í alt eitt liðavrik, har menn stóðu saman og veruliga kempaðu hvør fyri annan. Nú kennist, sum okur endiliga eru á veg. Sunnudagin verður tað úti móti Skála. Komið drongir, okur trúgva uppá tykum.

Einaferð – altíð.

H.E.

Tíðindamyndina hevur Reidar Simonsen tikið.

Scroll to Top