TB og Einherjar áttu Svangaskarð

Nýggja fjepparafelagið hjá TB fekk navn leygardagin, og er tað Einherjar. Fyrsta fjepparaferð hjá Einherjum var til Svangaskarð. Um 60 fjepparar settu veruliga sín serliga dám á dystin, og kundu eftir síðsta bríksl gleðast yvir javnleikin (Mynd: Asta Midjord)

Á vøllinum vóru okkara garpar við undirlutan, í fyrra hálvleiki á Toftum leygardagin. men soleiðis var ikki á áskoðaraplássunum, tí har áttu Einherjar Svangaskarð. Tað hoyrdist næstan ikki eitt einasta B68 fjepp, í øllum larminum frá ágrýtnu áskoðarunum úr Suðuroynni. Um tað var hetta, sum dreiv beiggjarnir á vøllinum framá, skal undirritaði lata standa ósvarað. Men hvussu er og ikki, so mentust leikararnir rættuliga nógv, og annar hálvleikur var í veruleikanum, eitt langt TB álop. 1-1 javnleikurin var tískil sera uppiborin, og hann hevur við sær, at TB hálaði seg upp um NSÍ, nú Effodeildin fer í summarferiu í tríggjar vikur.

Poul Ingason roynir her at steðga Jann Inga Petersen, men fyrsta hálvleik átti toftamaðurin (Mynd: Álvur Haraldsen)

Jann Ingi stýrdi øllum
Við góðari hjálp frá Ndende, fekk Jann Ingi Petersen fullkomuliga yvirtakið á miðjum vølli, og nærum hvíldi seg á vøllinum, meðan hann, við einari avlevering fyri, og aðra eftir, vant orkuna úr TB leikarunum. Hann hevði so ómetaliga nógv oftari bóltin, enn allir viðleikarir hansara samanlagt, og tað hevði við sær, at heimaliðið kundi leggja eitt støðugt trýst á gestirnir av Tvøroyri. Eftir 32 minuttum eydnaðist heimaliðnum eisini at gagnýta hetta trýstið, tá teir fangaðu eina skjótálopsroynd hjá TB. Bólturin varð spældur út í vinstra borð, har Einar Hansen kom fram við, og hóast hansara innlegg var ov langt og høgt, til Ndende, so var eydnan soleiðis við B68, at Jónleif Højgaard brádliga stóð í góðari støðu á brotsteigarkantinum í høgru síðu. Við einum skjótum trekki og einum lágum skoti, fekk hann snýtt Ivan Stojkovic somikið, at hann og Gilli Sørensen, sum av øllum alvi royndi at hjálpa, ikki fingu bóltin burtur. Tá so bólturin, fullkomuliga tilvildarliga fellur fyri beinunum á Ndende, var lætt hjá stóra afrikanska leikaranum, at trilla í mál til 1-0. Fleiri mál komu ikki fyri steðgin, og tað var ein lætti hjátvøramonnum, sum komu undir stórt trýst beint fyri steðgin.

Her er Igor Grkajac, sum spældi sín seinasta dyst fyri TB á Toftum, tætt við at javna fyri TB. Neyvleikin sveik tó, og tí yvirlivdi B68 (Mynd: Álvur Haraldsen)

TB tók yvir
Tá liðini komu inn á vøllin til seinna hálvleik, sást, at Jann Ingi Petersen ikki var millum B68 leikararnir. Hann varð útskiftur. Um tað var hetta, sum gav útslagið, ella hvat tað var, er ikki lætt at meta um. Hvussu er og ikki, so komu TB leikararnir longur fram á vøllin, og tóku beinanvegin stýringina av dystinum, sum Jann Ingi hevði gjørt so fyrimyndarliga í fyrsta hálvleiki. Ikki gekk long tíð, áðrenn TB byrjaðu at fáa størri og størri møguleikar, og sum hálvleikurin leið, bleiv trýstið bert størri. Liðini høvdu, at kalla, býtt um leiklut. Nú var tað TB sum var omaná, og tað við lít. Bólturin tóktist tó ikki vilja framvið Hans Jørgensen í B68 málinum, sum spældi ein sera góðan dyst. Fleiri ferðir mátti Hans veruliga vísa stórspæl, tá serliga Bojan Timic, Igor Grkajac og Poul Ingason royndu seg. Fleiri aðrir royndu seg eisini, men hesir umrøddu blivu tættastir. Áskoðararnir, sum í stórum tal vóru komnir norður við, royndu, av øllum alvi, at stuðla leikarunum, sum tíðuliga manglaðu bert tað síðsta skumpið, fyri at skora.

Her síggjast nakrir av ágrýtnu fjepparunum hjá TB, sum júst hava hálsfevnt hetjum okkara, eftir útjavnandi málið á Svangaskarði (Mynd: Asta Midjord)

Javnaðu í yvirtíðini
Tá fjórði dómari vísti, at fýra minuttir skuldu leggjast afturat, fór TB í álop, og, sum ikki einaferð, var tað gjøgnum vinstru síðu, har Gilli Sørensen mangan hevði hótt verjuna hjá vertunum. Gilli fekk bóltin, gjørdi seg kláran til at útfordra, og byrjaði síðani at spurta framvið brotsteigarmarkinum, inn móti miðjuni. Toftamenn vistu ikki síni livandi ráð, og royndu at kroysta hann millum tveir av sínum egnu. Men Gilli var ov skjótur, og smeyg sær millum teir. Komin nøkunlunda beint uttanfyri brotsteigin, mitt fyri, bleiv kviki driblarin so steðgaður av einari tungari og grovari takling. Her til og ikki longur, tóktist Jóhan Dávur Højgaard at hugsa.
TB fekk tillutað eitt fríspark, og hetta úr einari sera vandamiklari støðu. TB eiga fleiri góðar frísparkskjúttar, og serliga Bojan Timic og Gilli Sørensen hava tikið sær av hesum møguleikum higartil. Báðir vóru sostatt beinanvegin við bóltin, klárir til at skjóta. Tað bleiv tó ungi tvøramaðurin, Gilli Sørensen, sum eisini hevði vunnið TB hendan møguleika, ið slapp at skjóta. Sum um, at hann ikki hevði gjørt annað í lívinum, hamraði hann bóltin í handara síðunet, uttan nakran livandi møguleika hjá Hans Jørgensen at bjarga. Alt eksploderaði av gleði, og nýggja fjepparafelagið hjá TB, Einherjar, ið dúgliga høvdu klappað, rópt og geylað, allan dystin á tamb, fingu loksins vinningin. Leikararnir høvdu opinbart hoyrt allan hendan góða stuðul, og runnu allir stórsmílandi móti trúgvu stuðlunum, sum takkaðu, við at geyla enn meira, og enn harðari. Seinastu fýra minuttirnar av dystinum, hoyrdist valla nakað annað á Toftum, enn ovurhondsfegnir Einherjar. Ja, okur áttu Svangaskarð !!! Dysturin endaði við javnleiki, og tað hevur við sær, at TB enn halda sær trý stig frammanfyri B68, umframt at okkara eisini yvirtaka sjeynda pláss, sum eina løtu var í varðveislu hjá NSÍ. Nú er so summarsteðgur í tríggjar vikur, áðrenn KÍ koma suður at testa okra styrki við Stórá. Okra heilsan til klaskvíkingar er bara… Komið an, okur eru MEIRA enn klárir !!!

15. umfar:
B68-TB 1-1 (1-0)
1-0: Ndende Adama Guéye (32.)
1-1: Gilli Sørensen (90.) (b.f.)

Scroll to Top