TB spælur í Vági í annaðkvøld

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Fyri aðru ferð í ár, skulu TB møta FC Suðuroy í venjingardysti. Dysturin er ein av teimum seinastu í røðini av venjingardystum, sum í ár hava eydnast rættuliga væl. Mótstøðan hevur mangan verið góð, og tí hevur venjarin fingið eina rúgvu burturúr leikarunum. At tað úrslitaliga eisini, sum oftast, hevur gingið væl, ger støðuna neyvan verri.

Seinast TB var á vitjan í Vági, eydnaðist okkara at hála ein 3-1 sigur heim við, men tað sum hevði størstan týdning, var ikki úrslitið, heldur var tað tann sannroynd, at teir yngstu leikararnar stóðu seg somikið væl. Hvussu tað man fara at ganga í annaðkvøld, er ilt at meta um, men í øllum førum verður tað spennandi at síggja, hvør formurin á leikarunum er, nú starturin til kappingarárið í Effodeildini nærkast í hvørjum. Dysturin í morgin byrjar kl 18, og verður spældur vesturi á Eiðinum í Vági.

Scroll to Top