
TB var leygardagin á vitjan hjá KÍ, og hóast hagtølini tey seinastu árini talaðu fyri einum sigri til heimaliðið, so megnaðu uppflytararnar at stjala eina stigið suður við aftur. Dysturin var merktur av stórum spenningi og risa møguleikum, sum bæði liðini tó onkursvegna megnaðu at misnýta. TB stillaði við krútsterku Óla Johannesen og Dmitrije Jankovic í miðverjuni, og aftanfyri teir var Ivan Stojkovic, sum nokk má sigast at spæla sín lívs dyst. Samanlagt var hetta ov møtimikil uppgáva fyri KÍ, sum ikki kláraðu at bróta roynda og kompakta verjumúrin. KÍ var vandameiri av liðunum, men TB hevði eisini nakrar heilt stórar møguleikar. Mál komu ikki í dystinum, og TB kundi sostatt fegnast um síni fyrstu stig í Klaksvík, síðan í 1995. Stigið er tað seinna í kappingini hjá TB í ár, og við hesum, hálaðu okkara seg upp av niðastu rók.
Kí var omaná frá byrjan
Fyrstu 15 minuttirnar ella so, átti KÍ allar sum teir vóru, og TB hevði hesa løtuna, meira enn nokk at gera, bert við at verja og sparka burtur. Men tá TB so fær møguleikan til at fara í mótálop, og Gilli Sørensen gerst púra leysur, fáa heimamenn ein skelk, og stóra trýstið minkar burtur í nærum onki. Tíverri fyri TB og Gilla, so var vinkulin dekan ov spískur, og tí var tað lættari at bjarga hjá Andras Gango í málinum. Nú byrjaðu TB at fáa meira pláss á miðjuni, og við sera hart arbeiðandi Martini Tausen á odda, fingu okkara steðgað KÍ hægri uppi á miðjuni. Nakrar vandamiklar deyðbóltstøður kundu enda við, at TB fekk hol á, men hepnið var ikki so stórt í fremra partinum á vøllinum. Í verjupartinum var alt tó undir kontrol, tí har stýrdu teir royndu harrarnar hjá okkum. TB royndi seg við onkrum langskoti eisini, áðrenn hálvleiksteðgin, men mál komu ikki burturúr.

Royndu at avgera
TB byrjaði seinna hálvleik, eins og teir endaðu tann fyrra, við at trýsta KÍ høgt uppi. Hetta trýst leyp hvøkk á heimaliðið, sum ikki veruliga fekk nakað mótspæl fyrstu løtuna. Tá 10 minuttir av øðrum hálvleiki vóru spældir, fær TB eina av mongu deyðbóltstøðum sínum hesa løtuna. Bojan Timic var settur at skjóta úti í høgra borði, og hann sendi ein framúr bólt innfyri, har Martin Tausen onkursvegna fekk rivið seg leysan av KÍ verjuni. Undir stórum trýsti fekk Martin tó ikki bent stútara sínum undir tvørtræið, og KÍ yvirlivdi sostatt. Kanska var tað hetta, sum fekk heimaliðið at rakna við, og TB at trekkja seg eitt sindur longur aftur á vøllin. Hvussu er og ikki, so megnaðu KÍ betur at fáa fatur á bóltinum á miðjum vølli, meðan TB kanska føldu seg nøgdari og nøgdari við eina stigið, sum hálvleikurin rann.

Ivan var dagsins maður
Tá heiðurin fyri dagsins leikara skal deilast út, so man lítil ella ongin ivi vera í, at hendan

heiður má serbiski Ivan Stojkovic eiga. Ivan spældi ein framúr dyst, og bjargaði nakrar ferðir KÍ royndum, sum barasta SKULDU geva mál. Við at plasera seg fyrimyndarliga, vardi Ivan so væl, at undirritaði ikki undrast, um hann møguliga spældi sín lívsins dyst leygardagin. Hann lat seg ikki lumpa av fintum, men stóð stinnur, og vardi tí sera væl. Harafturat las hann spælið heilt væl, og kom langt úr málinum ta einu ferðina, tá KÍ mundi komið gjøgnum. Ivan var fyrstur, og so kundi TB skipa seg av nýggjum.
Ungar kreftir imponeraðu
Tá góður tími var spældur í Klaksvík, gjørdi TB sína fyrstu útskifting, og tá kom 16 ára gamli Poul Ingason inn fyri Bárð Dimon. Poul stóð seg væl, og serliga hansara ótrúligu evnir at hoppa upp, skaptu fleiri ferðir truplar verjustøður fyri heimaliðið. Hesin ungi og evnaríki áloyparin er heilt avgjørt ein spennandi leikari, sum vit fara at síggja meira til í ár.
Tá gott og væl 20 minuttir írestaðu, kom 21 ára gamli Benjamin Petersen inn fyri Dan Mortensen, og Benjamin smæddist ikki, men spældi væl, og stuðlaði væl, bæði frammi og longur afturi á vøllinum.
Síðstu 12 minuttirnar slapp eisini 16 ára gamli Patrik Johannesen inn, og hann avloysti pápabeiggjan, Óla Johannesen. Patrik kom inn, tá størsta KÍ trýstið byrjaði, og hóast hetta, so stóð hann seg sera væl, og stuðlaði liðnum fyrimyndarliga.
Allir hesir ungu harrar fingu ikki møguleikan til at vísa so øðiliga nógv av offensivu dygdunum í Klaksvík, men defensivt og taktiskt komu teir allir sera væl frá uppgávuni, og saman við øllum hinum á liðnum, hálaðu teir ein flottan javnleik heim.
Næsti dystur verður sunnudagin, og tá sær loksins út til, at tað røkist fyri einum heimadysti á Tvøroyri. Vøllurin inni við Stórá sigst verða góðkendur til Effodeildina í vikuni, og tí verður tað sostatt ÍF, sum fáa heiðurin at innvíga nýggja vøllin í Trongisvági.
Góða eydnu dreingir, og drívið á!!!
HAGTØL
Effodeildin – 5. umfar:
ÍF-Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Joseph Bassene (43.)
0-2: Hjartvard Hansen (71.)
1-2: Høgni J. Zachariassen (81.)
FC Suðuroy-B68 0-1 (0-0)
0-1: Christian Høgni Jacobsen (57.)
NSÍ-HB 2-4 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg (43.)
2-0: Klæmint A. Olsen (44.)
2-1: Andrew av Fløtum (72.)
2-2: Hallur Hansson (83.)
2-3: Hallur Hansson (86.)
2-4: Andrew av Fløtum (90.)
KÍ-TB 0-0
B36-EB/Streymur 1-2 (0-0)
0-1: Leif Niclasen (63.)
0-2: Leif Niclasen (70.)
1-2: Jonas Flindt. Rasmussen (75.)