TB styrkir sær hópin

Nenad Stankovic hevur drúgvar royndir í teimum fimm føroysku feløgunum, hann higartil hevur umboðað. Hann hevur spælt 187 dystir, og skotið 12 mál, og nú er hann TB leikari (Mynd: faroesoccer.com)

Undan kappingini í Effodeildini, sum TB vann sær luttøku í, við allar síðsta mandati, bleiv aldursforsetin í føroyskum fótbólti, ikki spáddur so góða lagnu í ár. Hetta tykjast tvøramenn ikki hava lurtað eftir, og hava heldur hinvegin bart seg framá, og hava tikið fleiri lið á bóli. Tað sær út sum, at TB hava ætlanir um, at verða verandi í bestu deildini. Í vikuni er sáttmáli undirskrivaður við enn ein leikara, sum skal vera við til, at tryggja okkum framhaldandi luttøku, har tað er stuttligt at vera við. Eisini skal hesin vera við til at tryggja, at okkara ungu leikarar fáa lært eina rúgvu, og við tíðini, gerast meira klárir til stóru uppgávurnar í Effodeildini. Leikarin, talan er um, er navnframi serbiski miðvallarin, Nenad Stankovic.

At TB styrkir sær um hópin í steðginum, hevur við sær, at kappingin um plássini harðnar á sentrala miðvøllinum, men tað er positivt, og gjøgnum kappingina móti hvør øðrum, gerast leikararnir bara sterkari, skjótari og grammari. At talan skuldi gerast um júst Nenad Stankovic, er ongin tilvild.

Nenad er ein leiðari og ein vinnari
Nenad er ein vinnaratypa, og hann hevur drúgvar royndir í føroyskum fótbólti. 34 ára gamli miðvallarin hevur spælt við  Skála, NSÍ, B68, Víkingi og KÍ, og allastaðni hevur hann útmerkað seg. Hetta eru dygdirnar, sum venjari okkara, Milan Kuljic metur høgt, og nú kemur Nenad so at hjálpa tvøramonnum við okkara ætlanum.

Breiður hópur er týdningarmikil
Fleiri snuddir og leikbann kunnu skjótt raka meint, um breiddin á miðvøllinum ikki er tann størsta. Tað er, millum annað, eisini við hesum fyri eyga, at styrkurin kemur okkum væl við. Higartil hevur eydnast okkum rættuliga væl, at sleppa undan leikbannum og skaðum, og við hesum krútsterka leikara, verður trýstið tað minni á hinir á liðnum, sum kanska onkuntíð hava spælt við ymiskum smærri snuddum.

Gevur okkum møguleikar
Gjøgnum Nenad Stankovic, fær TB eitt nýtt aspekt yvir sítt spæl. Vanliga hava vit verið bestir, um mótstøðuliðini skapa dystin, og vit so bróta niður teirra spæl, og kvikliga umskipa okkum. Men við Nenad á liðnum, hava vit ein spælfordeilara av hægstu skuffu, ið, allastaðni hann hevur verið, hevur megnað at verið umsnaringarpunktið. Um man skal samanbera hann við onkran leikara, sum kanska er eitt vet meira navnframur, so er hann at sammeta við Andrea Pirlo hjá Italia, hóast tað er ein ávísur munur á støðinum. Hetta gevur nú TB nakrar taktiskar møguleikar afturat, og gevur mótstøðuliðunum meira ivamál, um hvussu teir nú skulu steðga TB.

Vit gleðast øll yvir spennandi tíðindini, og ynskja Nenad hjartaliga vælkomnum til TB.

Scroll to Top