Kappingarárið nærkast endanum og í samband við síðsta leikdag verður ein veitsla hildin. Ársins TB veitsla verður hildin á kvøldið sum kappingin endar.
Kappingin hjá okkum í Effodeildini endar vónandi við at vit varðveita plássið í deildini eftir síðsta heimadystin við Stórá 3. oktober.
Til veitsluna leygarkvøldið 3. oktober klokkan 19:00 verður undirhald og góður dansur aftaná.
Matskráin fyri kvøldið er soljóðandi:
- Rækjubland
- Lambakjøt
- Okkurt søtt og leskiligt
Atgongumerkir à kr. 300,- fáast til keyps í Effo á Tvøroyri til og við mánakvøldið 28. september kl. 23:00. Veitslan verður í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.
Øll eru vælkomin.