TB verður umboðað í stórsteypadystinum

Tað verða neyvan hesar blusurnar, dómararnir fara at nýta leygardagin, men hon er nokk innanfyri hjá tveimum av teimum

Seinastu árini hevur Stórsteypadystur verið spældur, áðrenn landskappingin byrjar. Soleiðis verður eisini í ár, tá meistararnar úr B36 møta steypavinnarunum úr EB/Streymi. Tað er Fótbóltssambandið, ið saman við Lions Club Føroyar, skipar fyri Stórsteypadystinum, millum meistaran og steypavinnaran frá seinasta kappingarárið. Ágóðan av dystinum letur Lions Club til vælgerandi endamál. Dysturin verður spældur í Gundadali á ovara vølli, leygardagin 17. mars, kl. 16:00.

Hvussu er TB umboðað?
Hóast TB ikki er eitt av liðunum í dystinum leygardagin, so er aldursforsetin tó væl umboðaður í hesum forvitnisliga dysti. Tað er soleiðis, at í øllum dystum, skal ein dómaratrio taka sær av at leiða dystin, og eina slíka trio hava vit í TB. Hesir hava víst stórt hegni at døma seinastu árini, og má hendan uppgáva sigast at vera teimum ungu harrunum, ein dygg álitisváttan.
Talan er um teir tríggir, Hallur Christiansen, Jónas Johannesen og Jan Hermansen. Allir kennast teir frá yngri árum, og valdi fyri nøkrum árum síðani, at fara á dómaraskeið hjá FSF. Síðan tá hava teir tríggir dømt eina ørgrynnu av dystum, og at síggja til, hava teir staðið seg heilt væl.
Ólukkutíð fyri Hall, so meiddi hann seg í knænum um vikuskiftið, og mátti tí melda avboð til dystin vegna skaða. Sum avloysari fyri Hall, og nýggjur makkari hesaferð, verður Kári Jóannsearson á Høvdanum úr Víkingi, sum sleppur at døma dystin. Fyrsti hjálpardómari verður Jan Hermansen, meðan Jónas Johannesen verður annar hjálpardómari.

Vit ynskja okkara monnum, bestu eydnu við spennandi uppgávuni, og vóna at teir fáa nógvar spennandi uppgávur framyvir. Halli ynskja vit eisini góðan bata við knænum, og vóna at hann skjótt megnar at manna TB trio aftur, saman við hinum tvøramonnunum.

Scroll to Top