
Við fyrrverandi stórleikarum, kempum úr Sumba, Vági, Hvalba og Runavík og sjálvandi av Tvøroyri, bardi eitt samansett TB lið seg til meistaraheitið í aldursbólkinum 45+. Allir leikarir hava leikt fótbólt stórar partar av teirra lívi, og onkur meira enn aðrir. Tveir á liðnum eru eisini skrásettir fyri landsdystir fyri føroyska A-landsliðið. Hetta var sjálvandi á teirra ungu døgum, men okkurt er enn eftir í gomlu gubbunum. Kappingin í ár var skipað í tvær kappingar, og TB gjørdi ikki mætari enn, at vinna báðar kappingarnar, og kunnu teir sostatt í dag reypa sær av, at teir eru bestu leikararnir í landinum í 45+ aldursbólkinum.
Góðir umboðsmenn
Kappast bleiv í tveimum kappingum, einari á Skála, 01. september, og tann seinna bleiv spæld á Argjum, 15. september. TB vann tær báðar, og eru sostatt meistarar, meðan Skála bleiv silvurvinnari. AB rann avstað við bronsuni.
Vit í TB ynskja tykkum garpum hjartaliga tillukku, og takka fyri fyrimyndarligu umboðanina av felagi okkara.