Ein vika eftir

Sunnudagin 25. mars 2012 er dagurin vit øll bíða spent eftir, tí tá tørnar okkara kæra TB út aftur í bestu deildini. Bíðitíðin hevur verið drúgv, men nú vit eru har, eru vit øll sera spent um, hvussu tað man fara at gangast okkara hetjum. Málið má í fyrstu atløgu vera, at vit megna at …

Ein vika eftir Read More »

TB verður umboðað í stórsteypadystinum

Seinastu árini hevur Stórsteypadystur verið spældur, áðrenn landskappingin byrjar. Soleiðis verður eisini í ár, tá meistararnar úr B36 møta steypavinnarunum úr EB/Streymi. Tað er Fótbóltssambandið, ið saman við Lions Club Føroyar, skipar fyri Stórsteypadystinum, millum meistaran og steypavinnaran frá seinasta kappingarárið. Ágóðan av dystinum letur Lions Club til vælgerandi endamál. Dysturin verður spældur í Gundadali …

TB verður umboðað í stórsteypadystinum Read More »

TB skal leika vinardyst móti B36

TB fer í morgin norður um fjørð at leika enn ein venjingardyst, sum liður í fyrireikingini til komandi kappingarár. Dystast skal aftur í Gundadali og hesu ferð er mótstøðuliðið meistararnir frá síðsta kappingarár, B36. TB hevur sum tað nýggjasta fingið stuðulsavtalur í lag og nú verður spennandi at veruliga fylgja fyrireikingunum til hetta kappingarárið, sum …

TB skal leika vinardyst móti B36 Read More »

TB ger stuðulsavtalur

Í gjárkvøldið gjørdi formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag avtalu við tveir høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012. Talan er um stóru og kendu byggifyritøkuna, Articon, og lokalu søguligu handilsfyritøkuna, N.J. Mortensen. Hesar fyritøkur hava á fundi váttað at gerast høvuðsstuðlar fyri kappingarárið 2012, og koma búmerki teirra sostatt at príða eyðkenda svart-hvíta TB búnan, sum hvørt mansbarn kennir. …

TB ger stuðulsavtalur Read More »

TB vann við Løkin

Fyrireikingarnar hjá TB fyri komandi kappingarár eru í hæddini, og aftur í dag spældu okkara ein venjingardyst. Dysturin í dag var tann triðji í røðini, og dagsins mótstøðulið var NSÍ. Hóast tað var á útivølli, so vóru tað TB sum settu ferðina teir fyrstu 45 minuttirnar. Eftir steðgin komu runavíkingar betur við, men tað var …

TB vann við Løkin Read More »

Fimm spennandi leikarar longja

Heili fimm leikarar longdu í gjárkvøldið við aldursforsetan í føroyskum fótbólti. Fleiri høvdu frammanundan skrivað undir, og nú hesir spennandi leikararnar eru komnir afturat, sær tað út til, at Tvøroyrar Bóltfelag hevur eina ørgrynnu av spennandi leikarum, sum fara at kappast dúgliga um plássini á besta liðnum. Leikararnir talan er um hesaferð, eru Magnar Vang …

Fimm spennandi leikarar longja Read More »

Lutaseðlarnar eru nú drignir

Yvir veturin hevur Tvøroyrar Bóltfelag selt lutaseðlar, og hóast vinningarnar bara vóru tveir í tali, so vóru teir sera spennandi. Fyrsti vinningur var ein marglætisferð til Turkalands, fyri tvey vaksin og trý børn. Virðið á hesari ferð er kr. 45.000,-. Seinni vinningur var ein forvitnislig fótbóltsferð til Onglands, til dyst eftir egnum ynski, og við …

Lutaseðlarnar eru nú drignir Read More »

Árskort eru nú til keyps

Í londunum kring okkum, hoyra vit ofta um tey sokallaðu árskortini, sum fjepparar hjá feløgunum keypa sær undan kappingarbyrjan. Við slíkum kortum kunnu fjepparar keypa sær rættin til allar heimadystirnar tað givna kappingarárið, og spara sostatt pengar, umframt at teir sleppa frá at baksast við at keypa atgongumerki til hvønn dyst. Sovorðin árskort verða í …

Árskort eru nú til keyps Read More »

Teknið tykkum til Bassa Cup

Í morgin, er freistin til at tekna seg til innandura Bassa Cup kappingina í Trongisvági. Kappingin verður leygardagin 18. februar, og fyri at náa at leggja kappingina til rættis, mugu vit hava eina freist fyri tilmeldingunum. Gentur og dreingir kappast í aldursbólkunum U-8, U-10, U12, U-14, U-16 og U-19. Við vón um góða undirtøku, og …

Teknið tykkum til Bassa Cup Read More »

Dreingir byrja at venja leygarmorgun

Dreingjaliðið hjá TB/Royn byrja sína uttanduravenjing leygarmorgunin kl 10:30 á Sevmýri. Leikararnar verða bidnir um at møta í minsta lagi 15 minuttir áðrenn venjingin byrjar. Meira kunning um venjingartíðir fáa dreingirnar til fyrstu venjingina, og seinni verður tað eisini lagt út her á síðuna. Sveinbjørn Danielsson, venjari

Breiddin sigraði

TB spældi ársins fyrsta venjingardyst í Vági í dag, og hóast tað var heimaliðið, ið var á odda 1-0 í steðginum, megnaðu tvøramenn at vinna 3-1. Bæði liðini skiftu nógvar leikarar í steðginum, og tí var tað ikki so lætt at fáa spælið at glíða heilt væl. Man fekk tó kensluna av, at TB hevði …

Breiddin sigraði Read More »

Scroll to Top