Sunnudagin verður uppgerð millum tey bæði svørthvítu liðunum í Effodeildini – TB og B36. Í hesum sambandi verður TB tó ílati eykabúnarnar.
B36 eru verandi føroyameistarar og liggja í verandi løtu nummar trý. Teir eru nummar trý í millum tað, sum ein kann kallað fyri vanliga topp fýra eftirhondini. Umframt B36 eru hini liðini HB, NSÍ og Víkingur.
Eftir ein heldur keðiligt tap móti HB við Stórá í farna vikuskifti, so liggur ein ikki lættur dystur fyri framman. Skulu vit hava møguleikan at bíta okkum fast um at møguliga sleppa inn í hendan topp fýra, so hevði ein sigur í Gundadali móti B36 munað øgiligt.
Ekspertarnir í Fótbóltskjakinum hjá KVF meta, at B36 eru favorittar, men standa møguliga veikari í ár í mun til í fjør. Serliga er tað sølan av Hans Paula Samuelsen, sum hevur verið við til at minka um styrkina hjá B36. Eftir Jóannes og Sigfríði at meta, so eru høvuðsvápnini hjá B36 nú “bert” Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz.
Dysturin byrjar í Gundadali sunnudagin kl 15:00.