Til Íslands á venjingarlegu

TB hópurin fer at telja um 25 mans, og hvørjir hesir verða, er ikki avgjørt enn. Allir hava sostatt møguleikan til, at imponera, og harvið vinna sær eitt pláss í ferðalagnum (Mynd: Bjarni Nygaard)

Sum liður í fyrireikingunum hjá TB, til komandi kappingarár, fer ein hópur á 25 leikarar til Íslands á venjingarlegu í mars mánaði. Hetta er stutt undan kappingarbyrjan í Effodeildini, og ætlanin er tí, at liðið verður pressað væl, við nógvum venjingum, og venjingardystum móti sterkum liðum. Eitt av liðunum, sum TB skal møta á ferðini í Íslandi, er Breiðablik, sum er gamla felagið hjá ítróttarstjóra okkara, Hans Fróða Hansen. Breiðablik er eitt sera sterkt lið í bestu íslendsku landskappingini, og seinastu árini hava teir vunnið meistaraheitið. So TB hópurin fær seg veruliga royndan á ferðini í Íslandi. Hetta skuldi so eisini havt við sær, at leikararnir eru til reiðar, tá kappingin byrjar her heima.

Aftur á gamlar gøtur
TB hevur verið manga fótbóltsferðina hjá vinarfeløgum sínum í grannalondunum, og serliga í Íslandi hevur felagið vitjað ofta. Hesar ferðir hava knýtt sterk vinarbond, og mangan eru íslendsk lið eisini komin hendan vegin. Tað eru tó nøkur ár liðin, síðan seinasta ferðin varð gjørd, og tí er tað ikki sørt spennandi, at hesin gamli siður verður endurnýggjaður.
Venjingarnar hjá teimum vaksnu byrja annars fyrst í november, so um tit hava ætlanir um, at sleppa við í hópin, so er at dríva á beinanvegin.

Scroll to Top