Tilmelding til heilsufótbólt

Nú ber til at melda teg til Heilsufótbóltin hjá TB. Heilsufótbólturin verður fyri, vaksin/tilkomin fólk, eldri og yngri, kvinnur og menn og ikki minst tey, sum frammanundan hava lítlar royndir frá fótbóltinum.

Vit byrja væntandi týsdagin ella tórsdagin í komandi viku, við einari royndarvenjing og aftaná tað byrja vit at venja tvær/trýggjar ferðir um vikuna. Venjingartíðirnar verða týsdag kl. 20:30 og hósdag kl. 20.30 (triði dagurin verður væntandi onsdag). Venjingarnar verða á vøllinum við Stórá. Nærri kunning um fyrstu venjing verður send teimum, ið meldað seg til tiltakið.

1., 12. og 24. vikuna koma Liljan av Fløtum Petersen (fartlf. 599504) og Halltóra Joensen (fartlf.280241) vegna Magna Mohr og FSF at gera nakrar royndir við luttakarunum (vekt, hædd, blóðtrýst, puls, Yo-Yo-test, agility-test, javnvág-test og 20 m skjótleikatest). Í miðal skal hvør luttakari venja 1,5 ferðir um vikuna fyri, at tølini skulu vera nýtulig.

Melda teg til, við at senda eini boð við upplýsing um: Navn, Eftirnavn, føðidato og fartlf. Nr., til Charlottu Nielsen á Facebook ella við teldupost til cn282060@gmail.com ella sms´a á 282060. Tá tilmeldingin er send vinarliga melda teg í TB Heilsufótbólt bólkin á Facebook

Til royndarvenjingina koma umboð fyri TB og FSF at luttaka og greiða frá heilsufótbóltinum.

Nýggj gransking vísur, at fótbóltsspæl hevur gagnligari heilsuárin og rakar breiðari enn renning, svimjing og venjing í heilsumiðstøðum. Í Danmark eru í dag fleiri enn 300 feløg, sum bjóða heilsufótbólt, og tað hevur verið ein sólskinssøga, har luttakararnir ikki bara bøta um heilsuna, men hava eisini góða og stuttliga sosiala samveru, sigur Magni Mohr lektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Niðanfyri sæst ein kykmynd, ið ið FIFA hevur gjørt um heilsufótbólts átakið.

Við vón um góða undirtøku

Tvøroyrar Bóltfelag

Scroll to Top