Dysturin hetta vikuskifti hjá okkara besta liðið er móti botnliðnum, NSÍ. Her er talan um næstbesta liðið hjá Runavíkingum. Hóast at tað bara eru leiktir tveir dystir í 1. deild, so kunnu vit staðfesta, at NSÍ enn onki stig hevur vunnið sær og vit hava fult stigatal.
Fyrstu tveir dystirnir hjá okkum hava á pappírinum verið torførir, men okkara leikarar hava víst styrkju, fyrst við at venda einum hóttandi tapið móti HB til ein sigur og síðani at senda vágamenn avstað frá Stórá við einum 3-0 tapið í skjáttuni.
Hesar fyrstu tveir dystirnar hava vit megna at skjóta ikki færri enn 7 mál og tað boðar frá góðum. Munur er sjálvsagt á 1. deild og Effodeildini, ein rættuliga stórur munur vildu tey flestu sagt, men sannleikin er tann, at TB hevði sera trupult við at finna vegin til netmaskarnar í Effodeildini.
Toppskjúttar hjá okkum við tveimum málum eru teir ungu og evnaríku, Ragnar Tausen og Teitur Justinussen.
Dysturin móti NSÍ skal vinnast uttan himpr, tí við Stórá er tað av alstórum týdningi, at vit vísa teimum, hvør tað er ið ræður. Stórá skal vera okkara háborg har ongin skal stjala stig frá okkum.
NSÍ liðið sær út til at vera mannað av ungum leikarum í høvuðsheitum, tó við nøkrum leikarum sum eru eitt sindur eldri, eldsti leikarin hjá teimum er sambært Faroesoccer 28 ár, meðan teir hava fimm leikarar, ið eru 16 ár.
Venjarin hjá NSÍ er ein maður við tættum relatiónum til Tvøroyrar, nevniliga Egil Olsen, ið sum flestum kunnugt er tvøramaður.
Dysturin verður bríkslaður í gongd leygardagin, eitt vet seinni enn vanligt, klokkan 15:30.
Dómarin til dystin eitur Jóhan Petur Michelsen.