Í morgin tórsdagin 1. august verður Vildbjerg Cup skotin í gongd og tá skulu øll fýra liðini hjá Tvøroyrar Bóltfelag í eldin. Tey skulu hvør sær spæla ein dyst, meðan øll liðini fríggjadagin spæla tveir dystir. Tilmeldaði eru tvey gentulið og tvey drongjalið:
- U13 Drongir í Bólk 72
- U13 Gentir í Bólk 76
- U14 Drongir (8-leikarar) í Bólk 91
- U14 Gentir (8-leikarar) í Bólk 100
Leikskráin sæst niðanfyri hjá teimum fýra liðunum. Gevið gætur at tíðin er donsk.
