Trettandi javnleikur

Árið í ár hevur av sonnum verið eitt javnt ár, vit hava spælt ikki færri enn 13 javnleikir nú tað resta tvey umfør av Effodeildini. Í dag var dystur við Stórá har NSÍ kom á vitjan og endaði tað við at gerast enn ein til savni av eitt stigs dystum.

Dysturin hevði gott undirhald at bjóða teimum sum høvdu leita sær til Stórá. 4 mál og enn fleiri málmøguleikar vóru tá dómarin bríkslaði dystin av eftir 90 minuttir.

Eftir umleið ein hálvan tíma legði NSÍ seg á odda, men tað vardi ikki longi. Longu minuttir eftir málið hjá NSÍ ella harum megnaði Patrik at javna til 1-1. Undan steðginum fáa NSÍ enn eitt mál og sostatt bleiv hálvleiksstøðan 2-1 til NSÍ.

Í seinna hálvleiki skuldi tað ganga rúm tíð áðrenn tað síðsta málið í dystinum fall. Tó so kundi NSÍ havt økt um støðuna, tá teir fingu brotsspark, men Ivan bjargaði skotinum. Stutt fyri leiklok kundi Teitur Justinussen tryggja okkum eina stigi í dystinum í dag við Stórá.

Til stóra frøi, tí sum úrslitini hava laga seg, so bendir alt á at tað verður FC Suðuroy og vágbingar, sum noyðast niður í 1. deild saman við EB/Streymi. Teir vóru fyri tapi í dag, samstundis sum AB megnaði at fáa javnleik. Vágbingar eru nú í næstniðasta plássinum og skal eitthvørt undur henda, tí AB hevur fýra stig fleiri og ein málmun sum er 23 mál betur enn hjá teimum í Vági. Talan er so um eitt undur størri enn tað sum hendi, tá vit leiktu okkum í Effodeildina í 2011 á síðsta leikdegi, og tað er sera ósannlíkt at viðkomandi sum deilir undur út heldur við FC Suðuroy 😉

So alt í alt, so kunnu TB viðhaldsfólk slappa meiri av nú.

Næsti dystur hjá okkum er móti EB/Streymi á útivølli áðrenn vit enda kappingarárið móti Víkingum við Stórá.

Scroll to Top