Triða deild vann stevnusteyp eftir brotssparkskapping

3. deild: TB 2-2 B36

Leygardagin kl.13 var stevnudystur millum 3.deildarliðini hjá TB og B36. Talan var um topuppgerð, tí B36 hevði vunnið allar sínar 6 dystirnar í meistarabólkinum, meðan TB, um teir megna at vinna ein útsettan dyst, vil leggja seg á annað pláss.

Útlitini áðrenn dystin vóru ikki góð hjá heimaliðnum, tí nærum helvtin av leikarinum vóru klæktir studentar vikuna frammanundan, og av tí sama høvdu teir gingið í ørviti dagarnar upp til dystin. Harumframt høvdu fleiri aðrir byrja Jóansøkuna við lokkandi nektardansinum í klubbanum fríggjakvøldið.

Stutt undan dystarbyrjan manglaði enntá málmaðurin, men hesin kom lukkutíð við tungum høvdið og reyðum eygum, beint áðrenn dómarin bríkslaði dystin í gongd.

Mortan Enni hevði sett TB liðið hendan dagin soleiðis: Hugin í mál, Pætur K. høgri bakkur, Pætur H. og Jens Rói miðverjar og Ólavur vinstri bakkur. Jan var høgri mitt, Jonhard og Mikkjal mitt á miðuni og Mortan vinstri vongur. Frammi vóru Kai og Benjamin. Eyka vóru Niels R., Petur, Rógvi, Páll Heri, Danjal Eli og Arthur. Taktiskir og moralskir ráðgevar vóru Gullok og Kjartan.

Um dystin kann sigast, at B36 byrjaði væl betri og kom á odda beinaveg, tá Magni á Lakjuni slapp ígjøgnum og legði bóltin í netið aftanfyri ein heldur forvirraðan Hugin, ið ikki var vaknaður úr rúsevnistokini. B36 herjaði á og hevði nógvar møguleikar at fáa fleiri mál, men Hugin var nú vakin og stóð sum ein brandur í málinum og tók alt. TB royndi sum frægast at svara aftur, men vælmannaða B36 var betri á flestu plássum og TB megnaði sjálvdan at hótta B36 málið. Tó so hendi tað, sum ofta hendur, Pætur Holm gúppaði ein langan bólt fram móti B36 málinum, sum onkursvegna snýtti málmannin og so kundi Benjamin skalla bóltin heldur ófantaliga í netið til 1-1. Sera óuppiborið má sigast og B36 svaraði eisini aftur beinaveg, tá Jan Guttesen fangaði ein bólt uttanfyri TB brotsteigin og hegnisliga skeyt bóltin í netið úr umleið 20 metrum.

B36 hevði sera nógvar møguleikar og økja um leiðsluna og TB liðið tóktiskt vera skelkað. Útiliðið var ikki nóg avgjørt, og teir tóktust at taka uppgávuna heldur non-chalant tiltíðir. Mortan royndi at skifta manning og eggja sínar menn og møguliga hjálpti hetta, tí tað komu ikki fleiri mál í fyrra hálvleiki. Hetta var eisini endamálið, at halda tætt til hálvleiks, tí at menn máttu veruliga koma úr Jóansøkuni og summa seg yvir uppgávuna.

Hvussu B36 bar seg at við ikki at skjóta fleiri mál, mugu gudarnir vita, tí um teir førdu við 5 málum í hálvleikinum hevði hetta ikki verið órættvíst.

Seinna hálvleik legði TB seg longur aftur og hetta hjálpti beinavegin, tí sjálvt B36 framhaldandi hevði bóltin nógv mest, kláraðu teir ikki at skapa málmøguleikarnir. Og tá ið so Jens Rói, Niels og ikki minst Arthur byrjaðu at spæla við musklunum og taklaðu hart ígjøgnum, tóktiskt B36 at verða nøkt við leiðsluna og royndu teir mest at spæla bóltin runt á miðum vøllið og bíða eftir at tíðin skuldi renna út. TB fór at spæla betur nú. So løgið hetta einaferð mann ljóða, so virkaði venjingarstøðan hjá TB betur, og felagið nærkaðist vandastøðum alsamt. Nú noyddist tað at handlast av bonkinum.
Stutt undan dystarlokið, gjørdi so Mortan eina taktiska broyting sum gjørdi at dysturin ikki endaði við sigri til útiliðið. Pætur Holm fekk boð um at fara fram í álopið sum eina seinastu royna at fáa útjavnandi málið. Arthur fangaði ein bólt á miðum vølli, og sum mamutturin Manfred úr filminum Ice Age trampaði hann seg fyrst gjøgnum nakrar havnarmenn, legði bóltin til Benjamin sum avleveraði víðari móti aftaru stong hjá B36 málinum, har Pætur kom sníkandi og prikaði bóltin í netið til 2-2. Hetta var samstundis tað seinasta sum hendi í dystinum.

Av tí at dysturin var leiktur á Jóansøku, var hann somuleiðis steypadystur og tí skuldi vinnarin finnast við brotssparkskapping. Fyri TB skutu fyrst Niels, Kai, Benjamin og Petur Joensen, ið allir skoraðu eins trygt og tað var týska landsliðið. Og tá Hugin fyrst bjargaði fyrsta brotssparkinum hjá B36 og ein annar skeyt langt yvir, vann TB Jóansøkusteypið til mikla frøði fyri heimaliðið.

Samanumtikið, so var tað sera órættvíst at B36 ikki vann dystin, men tá man ikki skorar uppá sínar møguleikar, so er altíð vandin fyri at man verður revsaður og tað var just tað eitt effektivt TB lið gjørdi hendan dagin.IMG_3910[1]

Okur elska tá okur vinna órættvíst.

ME & JRS

Scroll to Top