Úttøka hevur í kvøld verið til U21 landsliðið hjá monnum. Hópurin við teimum ungu monnunum bleiv úttikin í kvøld til hetta landsliðið, sum hevur staðið seg sera væl seinastu tíðina við góðum úrslitum á heimavølli eins og á útivølli.
Nakað sum kann gera okkum her í TB glað er, at tríggir av ungu monnunum eru tvøramenn, harav tveir núverandi TB leikarir, Rógvi Joensen og Poul Ingason. Hin tvøramaðurin er Gilli Sørensen, sum hevur leikt mong av sínum árum í svørt hvítu troyggjuni. Í fjør var Gilli við til at tryggja TB verandi pláss í Effodeildini og eftir summarsteðgin valdi hann síðani at fara norður um Suðuroyarfjørðin og royna eydnuna í B36.
Rógvi og Poul eru tveir av teimum ungu monnunum, sum hava tikið ábyrgd í ár á besta liðnum hjá TB. Onki er at ivast í, at hesir báðir hava stóra framtíð frammanfyri sær. Poul hevur fingið stóra uppgávu at røkja á besta liðnum hjá TB í ár, tí hann er so at siga einasti áloypari í Effohópinum – higartil hevur tað eydnast honum væl og er hann tann, ið hevur skotið flest mál fyri okkum í ár, fimm mál eru tað blivin til í Effodeildini.
Rógvi Joensen, 19 ára gamli froðbingurin, hevur í ár fingið álagt eitt stórt álit við tað, at hann hevur fingið liðskiparabandi frá veteraninum Óla Johannesen. At yvirtaka tað frá Óla er ongin løtt uppgáva at røkja, men hetta hevur ikki nervað unga talentinum, sum eisini hevur skotið mál í svørt hvítu troyggjuni í ár – tað eina málið varð skotið móti EB/Streymi í einum dysti har tað enn eina ferð eydnaðist okkara monnum at fáa stig við frá Margáir.
U21 landsliðið skal møta Rumenia heima 7. juni og Montenegro úti 11. juni.
Vit ynskja teimum trimum góða eydnu við U21 landsliðnum og tað er uttan iva tykkum fult uppiborið!