betrideildin

Trivaligur útisigur

Á føðingardegnum hjá Tvøroyrar Bóltfelagi megnaði felagsliðið TB/FC Suðuroy/Royn at vinna heili 3-0 á 07 Vestur.

Gott og væl hálvan veg inni í fyrsta hálvleiki bleiv brotsspark til TB/FC Suðuroy/Royn eftir eina fríssparksroynd har dómarin metti at ein 07 Vestur leikari tók hondina í brúk. Isaac Shaze sendi Ivan Stojkovic skeivan vegin og trygt bóltin í málið.

Knappar tíggju minuttir seinni slapp Eirikur Magnusarson at uppliva leiklutin sum málskjútti. Eftir hetta var at kalla tamarhald á dystinum fram til hálvleiks.

Í øðrum hálvleiki skuldi vágamenn longur fram á vøllin, men megnaðu onki at gera við leiðsluna hjá TB/FC Suðuroy/Royn.

Móti endanum av dystinum endaði tað so við at 07 Vestur gjørdi sjálvmál, tá ein avlevering frá einum 07 Vestur leikara fór framvið Ivani og endaði í málinum. 0-3 gjørdist endaliga støðan og nú hevur TB/FC Suðuroy/Royn tíggju stig, alt í meðan 07 Vestur framvegis bert hevur eina stigið og liggur sera einsamalt í botninum.

Í mun til botnstríðið, so er støðan tann, at AB eisini vann í dag á EB/Streym og tí er frástøðan til sjálva niðurflytingarstrikuna tann sama, tvey stig. Skála spæla ímóti B36 17:15. EB/Stremur hevur eins og TB/FC Suðuroy/Royn tíggju stig meðan Skála hevur 11 stig.

Hesir mannaðu TB/FC Suðuroy/Royn í dagsins dysti frá byrjan: Milos Budakovic, Dánjal Godtfred, Isaac Shaze, Salmundur Bech, Búi Egilsson, Eirikur Magnusarson, Heri Kjærbo, Teitur Olsen, John Villi Wøldike, Arifovic Ibrahim og Dennis Rasmussen Nielsen.

Scroll to Top