Trongisvingur úttikin til føroyska U17-landsliðið

Endaligi 18-mans hópurin hjá U17 landsliðnum, ið 2.apríl skal til Norður Írlands at spæla UEFA-Development Tournament er nú úttikin. Liðini, ið føroyska U17-landsliðið skal spæla ímóti eru Luksemborg, Kosovo og Norður Írland.

Millum teir 18 er ungi og evnaríki trongisvingurin Jens Erik Bruhn.

Ferðalagi fer avstað úr Føroyum 2. apríl. Teir tríggir dystirnir verða spældir soleiðis:

  • 4. apríl: Luksemborg
  • 6. apríl: Kosovo
  • 8. apríl: Norður Írland

Jens Erik var eisini partur av hópinum, ið spældi ímóti U17-liðið hjá SønderjyskE, ið vóru komnir til Føroyar á venjingarlegu.

Hettar er fyrsta landsliðsúttøkan hjá Jens Eriki, og okur í felagnum ynskja honum og restina U17-landsliðnum góða eyðnu við kappingini í Norður Írland.

Venjaratoymið eru Thomas Thinggaard, sum er landsliðsvenjari og Allan Smedemark, ið er hjálparvenjari.

Allur U17 hópurin sæst niðanfyri.

Dánial Danielsen, NSÍ
Súni Hansen, NSÍ
Meinhard F. Janusarson, NSÍ
Leivur Guttesen, HB
Tórur F. Joensen, HB
Ári Arge, HB
Noah Mneney, ÍF
Olaf K. Hansen, KÍ
Børge Petersen, KÍ
Aleks H. Jacobsen, KÍ
Ingolf Tvørfoss, Víkingur
Bergur Poulsen, Víkingur
Eyðbjørn Østergaard, B36
Jónas Warner, B36
Kristian K. Hentze, B36
Jens Erik Bruhn, TB/FCS/Royn
Mikkjal Hellisá, EB/Streymur
Gulak A. Jacobsen, SønderjyskE (DEN)

Scroll to Top