Troyggjan handað vinnaranum

Uppboðssølan, sum vit skipaðu fyri í samband við nýggja átakið har tit kunnu velja dagsins leikara, endaði við at Oddmar Niclasen fór avstað við troyggju nummar 13, sum Óli Johannesen var í, tá hann skoraði málið móti fuglfirðingum.

Sum ætlað bleiv troyggjan handað Oddmari í dag, sunnudagin, áðrenn Effodeildar liðið hjá okkum fór at leika móti Víkingi.foto

Uppboðssølan gekk uppá stás og vit takka so hjartaliga fyri áhugan. Hetta var fyrstu ferð, men uttan iva ikki seinastu ferð at skipað verður fyri slíkum tiltakið.

Atkvøðugreiðslan til dagsins leikara móti Víkingi liggur í høgra bredda. Hendan troyggjan fer tó ikki á uppboðssølu.

Scroll to Top