Trý praktfull stig

Øll trý stig eru praktfull, men hesi vóru serliga praktfull av tí at mótstøðan í dagsins dysti var AB, sum roynir at gera alt teir kunnu fyri at elta okkum og Skála í stríðnum um niðurflyting.

At byrja við kundu vit staðfesta, at uppstillingin var ein heilt onnur enn móti HB seinasta vikuskifti, leikbannaðu leikararnir vóru við aftur og teir lántu HB’arnir vóru við aftur.

Sostatt sá byrjunaruppstillingin soleiðis út:

Casper Radza

Heri Mohr – Teitur Olsen – Bárður Dimon – Heine Mortensen – Teitur Justinussen

Salmundur Bech – Ndende – Jákup Pauli Breckmann

Albert Adu – Poul Ingason

Dysturin í dag var eitt úrslit av einum risa innsatsi og eitt sera ágrýti álop við Poul Ingason og Albert Adu. Hesir vóru eisini við í báðum málunum, tað fyrsta bleiv sett inn av Salmundi eftir at Poul hevði fullstendiga snýtt Jankovic í AB verjuni og skjeyt móti AB málinum, skotið bleiv hálvbjargað og kundu Salmundur so seta fótin á. 1-0 og alt var gott eina løtu, tí stutt eftir sluppu AB’arnir í eitt skjótálop, sum førdi við sær at teir kundu javna til 1-1.

Men í dag vildu vit hava øll trý stigini og avgerandi málið bleiv sett inn av Adu tá 30 minuttir vóru farnir. Ein frálíkt fríspæling av Ndende inn um verjuna hjá argjamonnum og Adu kundi kaldur leggja bóltin í netið.

Har vóru aðrir møguleikar fyri málum, bæði til AB og TB, men helst størsta átti Salmundur, tá hann var fríður við AB málverjanum, sum hesu ferð vann duellina við Porkeningin.

Næsti dystur verður næsta sunnudag í Klaksvík.

Myndir frá dystinum, ið Jan Smedemark tók, síggjast umvegis hesa leinkjuna.

Scroll to Top