1. deild: TB 6-2 EB/Streymur
Í kvøld var tað stóra fótbóltskvøldið, TB, Real Madrid, Manchester United og Chelsea skuldi øll dystast. 1. deildar liðið hjá TB skuldi taka ímóti EB/Streym við Stórá klokkan 19:00 og sum stigatalvan sigur okkum var her talan um eina botnuppgerð. Bæði liðini hava havt tað trupult í 1. deild, men uttan iva ynskja bæði liðini at yvirliva í hesari deildini, so eykaleikarar til bestu liðini kunnu fáa nakrar dystar á einum nøktandi støði.
Páll H. Guðlaugsson hevði til dystin gjørt av at taka nakrar av Effodeildar leikarunum við til hendan mánakvøldsdystin. Teitur Justinussen var ein teirra, tað sum er áhugavert við Teituri í dag er, at hann vorðin úttikin til U21 landsliðið hjá Føroyum. Vit gleðast Teitursa vegna og ynskja honum góða eydnu. Umframt Teitur er Rógvi Joensen eisini úttikin.
Páll hevði aftrat Teituri tikið Eirik og Heina Mikal við frá Effohópinum.
Liðið hjá TB byrjaði soleiðis:
Aksel
Hanus – Kim – Sjúrður – Eirikur
Carl – Heini – Jónhard – Teitur – Ragnar
Arthur
Á bonkinum vóru: Allan, Chris, Einar, Jón Tórður og Ólavur.
Dysturin byrjaði rættiliga javnt, men tað gingu ikki nógvir minuttir, so vóru TB greitt omaná. Eftir eina løtu eydnaðist tað at fáa hol á eftir innlegg úr høgru, so kemur Teitur ímillum og náar bóltin áðrenn málmannin hjá gestunum. Soleiðis gjørdist 1-0 og vónirnar vóru góðar og tær blivu ikki verri, tí TB vóru greitt omaná og kundu havt skorað uppaftur fleiri mál, um teir vóru eitt sindur meira neyvir.
Tað kom enn eitt TB mál í hesum hálvleikinum og tað bleiv eitt sjálvmál, sum ein EB/Streymari kom at beina í málið aftaná eitt støðugt trýst frá TB.
Beint áðrenn hálvleikinum gjørdist støðan 2-1, tí tað eydnaðist EB/Streym at fáa eitt mál.
Men hetta skuldi ikki vísa seg, at nerva okkara leikarum, tí í øðrum hálvleiki skuldi dysturin vísa seg, at gerast sera málríkur. Tað gekk upp í slag og tað endaði við at tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð stóð tað 6-2 á máltalvuni.
Sum vit skilja, so gjørdist málskjúttarnir í øðrum hálvleiki hesir: Ragnar x 2, Arthur, Carl.
Myndir frá dystinum
Vit vóru framvið til fyrsta hálvleik og fingu tikið nakrar myndir. Myndirnar síggjast á Flickr umvegis hesa leinkjuna.