Tryggur heimasigur

Í dag í bítandi kulda, vindi og til tíðir regn- og heglingsæl var dystur við Stórá, har okkara 1. deildar lið skuldi taka í móti 07 Vestur.

Vágamenn høvdu, eins og vit, vunnu fyrsta dystin í ár. Hetta kombinerað við, at 07 Vestur er at rokna sum ein av kandidatunum til uppflytingarplássini gjørdi at stórur spenningur var um dystin.

Men hóttanin bleiv av ongum og vágamenn høvdu ikki nógv at bjóða, tá tað kom til stykkis.

Páll byrjaði við hesum 11 í einum 4-5-1:

Ivan

Jákup – Martin – Teitur O. – Eirikur

Aron – Rógvi – Teitur – Heini – Ragnar J.

Ragnar T

Á bonkinum vóru: Óli, Carl, Arthur, Mikkjal og Jonhard

Dysturin byrjaði, og var sum heild, ikki serliga væl spældur, men hetta skal síggjast í ljósið av, at tað enn er tíðliga í kappingarárinum og eisini var nógvur vindur, ið ikki hevur gjørt tað lættari at spæla tiki taka ella hvat nú skal eita.

Í fyrstanini vóru ikki nógvir møguleikar, men kanska við eitt sindur av hepni hevði Ragnar Tausen kunna lagt TB framum, tá hann varð spældur inn um verjuna hjá vágamonnum av Teituri Justinussen. Tíverri fyri Ragnar og TB fór bólturin útav vøllinum eftir at hann annars var farin framvið málmanninum hjá 07 Vestur.

Hol kom á tá 40 minuttir vóru farnir. TB fær eitt fríspark millum miðjuna og sekstanmeturin hjá 07 Vestur og Rógvi Joensen skal taka sær av tí, hann hugsar optimistiskt at við eitt sindur av hjálp frá vindinum, so kundi hetta lata seg gera. Hann skýtur eitt drønandi hart skot, málmaðurin fær ikki beint bóltin nóg væl burtur og tað endar við at Teitur Justinussen fær blaka seg fram og stútar bóltin inn í málið.

So tá farið var til hálvleiks kundi máltalvan, ið var sett upp í gjár, vísa 1-0 til TB.

Stutt eftir at dysturin var bríkslaður í gongd aftur bleiv Arthur settur inn fyri Ragnar Joensen, men tað gingu ikki nógvir minuttir, so mátti Arthur, vegna skaða, lata seg útskifta. Í hansara stað kom Mikkjal, sum við sínum ágrytni og ferð var ein støðu hóttan móti 07 Vestur verjuni.

Tá tað írestaðu 10 minuttir av vanligu leikgongdini kom næsta málið og var hetta eitt sera væl spælt mál, har tá tað kom til stykkis endaði við at Teitur Justinussen kundi trilla bóltin uppá tvørs av sekstanmetrinum yvir til ein púra frían Ragnar Tausen, ið setti bóltin í netið.

Seinasta útskifting í dystinum var gjørd, tá Óli Johannesen kom inn á vøllin. Hann avloysti Aron.

Tá dysturin so gott sum var liðugur, gjørdi Ragnar Tausen enn eitt mál. Hetta var kanska heldur tilvildarligt, tí málmaðurin hjá 07 Vestur mátti gera sítt ítarsta fyri at verja fyri málinum, tá ein av hansara egnu monnum mundi skalla í egið net. Bjargingin var ikki meira enn hálv og so kundi Ragnar koyra hann innum strikuna til endaligu støðuna 3-0.

Ein tryggur og góður sigur fyri okkara felag og jagstranini eftir Effodeildar fótbólt aftur. Sigurin var ongantíð í vanda og 07 Vestur megnaðu ikki av seta okkara lið undir nakað álvarsamt trýst.

Næsti dystur er móti NSÍ við Stórá leygardagin um eina viku.

Myndir

Myndir av dystunum kunnu síggjast umvegis hesa Flickr-leinkjuna.

Tekniskir trupulleikar

Eftir øllum at døma, so er mobildækningurin, tá tað ræður um 3G netið hjá Føroya Tele so mikið veikt við Stórá at tað er trupult hjá einari fartelefon at varðveita streym til ein heilan dyst. Men hetta fær okkum tó ikki at geva skarvin yvir, vit fara at loysa hendan trupulleikan.

Scroll to Top