Tveir TB leikarir á U19 landsliðnum.

Andreas Midjord og Bartal Petersen eru báiðr komnir á U19 landsliðið. Andreas og Bartal eru tveir av ungu spírunum á 1. deildarliði okra. Okur í TB fegnast um, at felag okra enn einaferð hevur megnað at ala leikarar til eitt av føroysku U-landsliðunum.

Úttøkan verður ein stór avbjóðing og eitt stórt upplivilsi fyri Andreas og Bartal.

Dystarskráin er hendan:

21/9: Føroyar – Belgia

23/9: Føroyar – Ongland

26/9: Føroyar – Holland

Andreas sigur, at tað er ein góð kensla, at aftaná fleiriferir at hava verið tætt við, endiliga at verða úttikin. Hetta er úrslit av nógvum og hørðum arbeiði, og eggjar hetta meg at halda á og at koma uppaftur longri á fótbóltsleiðini.

Eisini sigur Andreas, at hetta er ein dreingjadreymur, sum er útgingin og at hann er stóltur av at sleppa at umboða Føroyar. “Jeg sjálvur og TB hava havt eitt gott kappingarár, og er tað óiva orsøkin til, at jeg eri úttikin”, sigur hann.

At enda takkar Andreas felagnum, venjaratoyminum og liðfeløgunum, sum hava sín stóra leiklut í, at hann eri komin so langt.

Bartal sigur, at hann er bæði fegin og sóltur av at verða úttikin til U19 landsliðið. “Hetta er fyrsta árið, jeg havi verið fastur maður besta liðnum hjá TB, og tað er helst orsøkin til, at jeg eri úttikin”, sigur hann. “Hetta er nakað sum eggjar meg til at halda á, so eg kann koma á onnur landslið, tá eg havi aldur til tað.”

Eisini sigur Bartal, at hann er stoltur av at umboða Føroyar og TB.

TB ynskir teimum báðum til lukku við úttøkuni.

Scroll to Top