
TB skrivaði í farnu viku undir sáttmála við tríggjar av lokalu leikarunum, umframt ein tvøramann í útlegd, ið komin er frá grannunum úr FC Suðuroy. Hóast teir allir eru týdningarmiklir og spennandi leikarar, so er ein teirra, sum vit fara at leggja serligan dent á hessaferð. Talan er um bert 16 ára gamla Rógva Kárason, sum við einum fantastiskum hugburði, og ikki minni arbeiðsinnsatsi, veruliga hevur gjørt vart við seg í vetur. Hinir leikararnar eru; brøðurnir Tórur og Dan Mortensen og Tóki Brattalíð, ið júst er komin úr FC Suðuroy.

Fyrimyndarligur hugburður
Tað er ikki vanligt, at TB ger tvey ára sáttmála við bert 16 ára gamlar leikarar, men við Rógva Kárason varð mett, at hetta var eitt gylt høvi. Rógvi brennir veruliga fyri sínari ítrótt, og er serstakliga ágrýtin. Hann vísur fyrimyndarligan at- og hugburð til allar samlingar hjá hópinum, tað verið seg til venjing ella dyst. Rógvi er harafturat, og ikki av minni týdningi, sera dugnaligur fótbóltspælari. Hann hevur gott eyga fyri spælinum, og tekniskt er hann heilt væl fyri. Felagið sá tað tískil sum eina sjálvfylgju, at bjóða evnaríka unglinginum úr Trongisvági ein tvey ára sáttmála. Tað er við stórum spenningi, at vit fara at fylgja Rógva framyvir.

Trúgvir tænarar longja
Tórur og Dan Mortensen hava í mong mong ár verið undangongumenn, tá tað er komið til at kempa og at ganga undan á vøllinum. Teir eru nú komnir nakað upp í árini, men passandi við teirra ágrýtni og góða arbeiðsmoral, so longja teir báðir við barndómsfelagið.
Dan er, við sínum 352 dystum, tann leikarin, ið hevur umboðað besta liðið hjá TB flestar ferðir, og ikki nokk við tí. Hann er eisini bert tvey mál frá at verða málkongur í felagnum. Fyribils eigur Óli Johannesen tó hendan heiður, við heili 80 málum. Dan hevur higartil skotið 78 mál.
Tað skal tó eisini nevnast, at Einar Petersen eisini hevur skotið 78 mál fyri TB, men fleiri av málunum eru skotin fyri næstbesta lið felagsins.
Eldri beiggi Dan, Tórur Mortensen hevur gamaní ikki skotið eins nógv mál, men síðan brøðurnir báðir byrjaðu at spæla fyri besta liðið hjá TB, afturi í 1994, hava báðir verið dyggir stuðlar hjá aldursforsetanum. Never say die hugburður teirra er ein ótømandi inspiratiónskelda, ið teir ungu leikararnar gera klókt í, at leggja sær í geyma.