Tvøroyggjaligt ungdómssamstarv

FC Suðuroy, Royn og TB eru samd um, at tørvur er á samstarvi millum eldru liðini á ungdómssíðuni. Samskiftið hevur verið millum partarnar seinastu tíðina um ymsu viðurskiftini í eini slíkari avtalu og partarnir eru samdir.

Í fyrstu atløgu verður samstarv um gentur U17-U14-U12 og dreingir U16.

Í hesum sambandi verður útskriva ein navnakapping.

Kappingin byrjar í dag og koyrur fram til 26.01.16 á miðnátt.

Vinnarin verður kunngjørdur tann 28.01.2016.

Uppskot kunnu sendast til Charlottu Nielsen antin umvegis Facebook ella á mail til cn282060@gmail.com. Umframt hetta ber til at viðmerkja á ymsu Facebook bólkunum, ið eru knýttir at felagnum og ymsu liðini. Eisini kann navnauppskot viðmerkjast undir hesa grein.

Nevndirnar í feløgunum tilskila sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu uppskotini.

Tann, ið eigur vinnandi uppskotið fær eitt gávubræv frá Sport 24 á 1.000 kr. og bókina “Seyður og seyðahald”.

Scroll to Top