Tvøroyrar Bóltfelag í spennandi samstarvi

Fyrireikingarnar eru væl í gongd, og framtíðin er av sonnum, sera spennandi hjá Tvøroyrar Bóltfelag (Mynd)

Íslendska stórfelagið FH Hafnafjørður hevur vunnið bestu íslendsku fótbóltsdeildina 6 ferðir, seinastu 10 árini, og hesir eru nú sinnaðir, at taka upp samstarv við elsta fótbóltsfelagið í Føroyum. Samstarvið, vit her tosa um, er eitt nýtt slag av samstarvi, sum fer at geva ungum talentum í TB ein møguleika, til at royndarvenja í Íslandi, og kann hetta gerast teimum ein lopfjøl, longur út í heim. Hví tað júst er í Íslandi, at TB leitar sær samstarv, er ikki nøkur tilvild. Tvøroyrar Bóltfelag hevur søguliga havt nógva og góða kontakt við íslendsku brøður okkara, og mangan hava lið haðani vitjað her, umframt at okkara garpar eisini hava vitjað í Íslandi.

Dreymar verða bygdir
Tað eru nøkur ár síðan, at seinasta íslandsferðin varð gjørd, og hetta verður í næstum broytt eitt sindur uppá. Sum liður í fyrireikingunum hjá TB, til kappingarárið 2013, fer ein hópur á 25 leikarar til Íslands á venjingarlegu, og har verður, millum onnur, leikt móti FH. Ítróttarstjórin hjá Tvøroyrar Bóltfelag, Hans Fróði Hansen, sum sjálvur hevur verið í Íslandi, og fingið hetta samstarv í lag, sigur seg vera sera glaðan fyri nýggja samstarvið, og er ikki eina løtu í iva um, at fleiri av ungu talentunum, væl kunnu klára seg í bestu íslendsku deildini.

Ein styttri vegur til yrkisfótbólt
Íslendskur fótbóltur er stórleverandørur av leikarum, til útheimin, og lutfalsliga er Ísland nógv meira áhugavert, enn hini grannalond okkara. Um tað er serliga lyndið í íslendingum, ella hvat tað er sum er orsøkin, skal vera ósagt, men givið er tað, at íslendingar eru úti um seg, og teir eru ikki bangnir fyri at traðka fram. Møguliga kann okkurt talent í TB læra eitthvørt av hesum í framtíðini, og harvið sleppa eitt fet nærri dreyminum, sum vit nokk allir hava havt, at sleppa út í heim at spæla fótbólt.

Scroll to Top