U14 Dreingir: B36-SB A 2-0

Fyrsti landskappingardysturin hjá A liðnum varð spældur í gjár á niðara vølli í Gundadali kl 12.30.

Upprunaliga skuldi dysturin spælast á Tórsvølli kl 13.00 men bert 20 min áðrenn dystarbyrjan fingu vit at vita at dysturin skuldi spælast kl 12.30 á niðara vølli í Gundadali.

Trupulleikar vóru eisini at finna okkum eitt skiftingarrúm og vit máttu taka til takkar at deila rúm við eitt annað lið.

Slíkt órógvar almikið síðstu fyrireikingarnar áðrenn dystarbyrjan. Okkara dreingir fóru tó við góðum treysti inn á vøllin.

Fyrri hálvleikur var ógvuliga javnur. Dreingirnir vóru ógvuliga displineraðir og hildu allar avtalur í samband serliga við deyðbóltsstøður. Hvørgin av pørtunum megnaði at skapa nakrar sera vandamiklar støður tí báðar verjurnar stóðu væl.

Tí var tað í tráð við leikgongdina at farið var til hálvleiks við støðuni 0-0.

Í seinna hálvleiki skaptu bæði liðini fleiri málmøguleikar. Vit høvdu fleiri vandamiklar støður frammanfyri B36 málinum  og var tað ikki fyri einum vælleikandi B36 málverja høvdu vit uppiborið at lagt okkum á odda.

Tað var tí móti leikgongdini at B36 um miðjan seinna hálvleik legði seg á odda 1-0 og mátin málið kom uppá var sera keðiligt. Øll sum eygleiddu dystin eisini B36 viðhaldsfólk sóu at málið var klárt offside. Dómarin valdi undarligt nokk ikki at floyta.

Tað sá út sum okkara dreingir fóru nakað niður við høvdinum eftir hetta og B36 skoraði stutt eftir  til 2-0 við einum sera góðum langskoti sum okkara málmaður ongan kjans hevði at bjarga.

Men dreingirnir fullu ikki í fátt og teir stóru málmøguleiksrnar sum vóru eftir av seinna hálvleik‚ skaptu vit. Dreingirnir skoraðu eisini til støðuna 1-2 men undarligt nokk var málið annulerað fyri offside. Málið skoraði Martin eftir frálíka fríspæling frá Andrias.

Emil hevði eisini eitt brandskot útifyri men sum tíverri brast í stongina.

Dysturin endaði 2-0 til B36. Eftir spælinum at døma hevði ein javnleikur verið rætta úrslitið.

Samanumtikið spældu dreingirnir ein góðan dyst; stríddist allan dystin á tamb og hildu allar avtalur sum vóru avtalaðar til fulnar.

Sum venjari var eg sera nøgdur við samlaða avrikið í hesum fyrsta dystinum hjá dreingjunum.

Egil

Scroll to Top