U14 Dreingir víðari í steypakappingini

Í dag var fyrsti dystur her um páskini og vóru tað U14 dreingirnir í SB samstarvinum, sum løgdu fyri. Dysturin varð leiktur við Stórá seinnapartin í dag.

Argjadreingir vóru komnir suður við Smyrli og byrjaði dysturin klokkan 16:00.

Tá bríksla varð fyri hálvleik var støðan 2-0 til AB dreingirnar, men eftir hálvleikin kom vend í og heimaliðið gjørdu tvey mál og sostatt endaði dysturin við einum 2-2 javnleiki, men eftir sum at talan var um dyst í steypakappingini, so skuldi dysturin avgerast við brotsspørkum.

Málini fyri SB gjørdu Ári Thomasen og Baldur Egholm Petersen. Málið hjá Ára kom eftir eitt sera vakurt fríspark.

Endin av brotssparkskappingina var, at SB dreingirnir drógu longra stráðið og tryggjaði harvið liðnum víðari luttøku í kappingini. Martin Bogason Johannsen var ísakaldur við síðsta skotinum, sum tryggjaði SB sigurin.

Í fjórðingsfinaluni stendur vinnarin av dystunum millum Giza/Hoyvík og Víkingi fyri skotum. Tann dysturin verður leiktur 10. juni.

Annars kunnu vit enn eina ferð minna á tað eru nógvir dystir á skránni um páskini – sí Dystaryvirlitið her.

Scroll to Top