U14 gentur vunnu á Skála

Okkara U14 gentur høvdu í dag vitjan av Skála. Lagt var upp til eina spennandi uppgerð. Okkara gentur lógu, við 31 stigum, undan dystinum á einum deildum 1. plássi, saman við B36.

Gestirnir av Skála lógu á 3. pláss við 30 stig, tó við ein dyst meira spældan enn okkara. Men tær kundi sostatt vid einum sigrid fara framm um okkum í FM-strídnum.

Genturnar vóru sum vanligt sera raskar, og endaðu við at vinna dystin 2-0.

Longi gekk áðrenn hol kom á. Málmøguleikarnir vóru nógvir, men inn vildi bólturin ikki. Tíbetur kom tó hol á, og við einum máli hvørja megin hálvleikin, vunni genturnar ein góðan 2-0 sigur.

Sostatt liggja okur framvegis fremst í stríðnum um FM. Avgerandi dysturin verður helst seinni í ár, tá B36 koma suður at spæla ímóti okkum.

Dysturin í dag, skuldi upprunaliga spælast á jóansøku, men bleiv av ongum tá. Sostatt hevur steypið staðið og bíða til hesin dysturin bleiv spældur, og endaði tað so við at genturnar hjá Martin Boga vunnið jóansøku steypið hjá U14 gentum 2017.

Scroll to Top