Sum flestum kunnugt, so megnaði U17 landsliðið eitt framúr úrslit á Kýpros, sum førdi við sær, at teir skulu luttaka í EM endaspælinum í mai mánaða.
Fyrireikingarnar eru sostatt í gongd og í vikuskiftinum verður venjing á skránni har vant verður tríggjar dagar. Fyrsta venjingin verður fríggjadagin seinnpartin, leygardagin eru tvær venjingar á skránni og sunnudagin verður síðsta venjingin.
Unga stjørnuskotið á TB/FC Suðuroy/Royn liðnum Stefan Radosavljevic er úttikin til venjingarnar. Tað sama er fyrrverandi TB leikarin Elias El Moustage, sum spælir við U16 liðnum hjá AaB í Aalborg.
Venjarir hjá U17 landsliðnum eru Áki Johansen og Pól F. Joensen. Endaspælið verður í tíðarskeiðnum 3. til 19. mai.
Hópurin og skráin fyri venjingarvikuskifti sæst niðanfyri.
Tórður Jacobsen KÍ
John Hermann Fuglø KÍ
Bárður Reynatrøð Víkingur
Andrias Edmundsson B68
Martin Danielsen NSÍ
Jógvan Højgaard NSÍ
Sølvi Sigvardsen NSÍ
Steffan Løkin NSÍ
Pol Jákup Lundbjerg NSÍ
Jákup Joensen Skála
Dann Fróðason 07 Vestur
Asbjørn Heðinsson 07 Vestur
Stefan Radosavljevic TB
Magnus Holm Jacobsen B36
Fróði Rasmussen B36
Bjarti Mørk HB
Bjarni Brimnes HB
Sveinur Lava Olsen HB
Símun Sólheim HB
Jógvan Petersen HB
Filip í Liða AB
Hanus Sørensen FCM
Lukas Giessing FCM
Elias El Moustage AaB
Gundur Petersen ValurSkráin
Skrá fríggjadagin 21. apríl
Kl. 17.00 Møta í gamla FSF – húsinum
Kl. 17.30 Venjing
Kl. 19.00 LiðugtSkrá leygardagin 22. apríl
Kl. 10.00 Møta í gamla FSF – húsinum
Kl. 10.30 Venjing
Kl. 12.00 Døgurði / Ábit.
Kl. 16.00 Venjing
Kl. 18.00 LiðugtSkrá Sunnudagin 23. apríl:
Kl. 08.30 Møta í gamla FSF – húsinum
Kl. 09.00 Venjing
Kl. 12.00 Døgurði / Ábit
Kl. 12.30 Fundur v.m.
Kl. 13.30 Liðugt