U17 landsliðið til EM

Í summar verður heilt serligur fyri nakrar ungar dreingir í Føroyum, tí U17 landsliðið hevur í dag tryggjað sær luttøku til EM endaspælið, sum verður í Kroatia um slakar tveir mánaðir. Í dag var seinasti dystur í hesari undankappingini og eydnaðist tað liðnum at vinna 2-1 á Slovakia. Málini skutu Tórur Jacobsen (KÍ) og Hanus Sørensen (HB).

Tvøroyri er væl umboðað á hesum landsliðnum við bæði leikara og venjara. Stefan Radosavljevic hevur verið við ferðaliðnum í Kypros, umframt Stefan hevur Elias El Moustage eisini verið við, Elias er fyrrverandi TB-leikari. Venjararnir hjá U17 landsliðnum eru Áki Johansen og Pól F. Joensen.

Hjartaliga til lukku við flotta avrikinum!

Mynd: Tórur Jacobsen (Hans Erik Danielsen – FSF.fo)

Scroll to Top