U17 landsliðið við venjaraparinum Áka Johansen og Pól F. Joensen hava verið til søguliga EM endaspælinum í Kroatia. Teir luttóku í bólkinum saman við Frakland, Skottland og Ungarn. Allir dystirnir vóru tíverri taptir, men onkursvegna vóru vónirnar ikki so stórar, tí tað at yvirhøvur vera við til kappingina var søguligt í sjálvum sær.
Millum føroysku leikararnir var okkara Stefan Radosavljevic við, eisini Elias El Moustage sum er fyrrverandi TB ungdómsleikari var eisini við.
Tróndur Arge hevði samrøðu við Stefan undan dystinum ímóti Ungarum, hon sæst niðanfyri, har tað kemur fram, at Stefan virkaði sum tólkur saman við málmansvenjaranum Predrag Markovic, ið eisini er kendur í TB-høpi.
Úrslitini hjá Føroyar U17 til EM vóru hesi:
Føroyar – Skottland 0-2
Føroyar – Frakland 0-7
Føroyar – Ungarn 0-4
Ferðalagið verður aftur í Føroyum í morgin, ónsdagin, og sostatt kann vónast, at Stefan verður við TB/FC Suðuroy/Royn sunnudagin.
Vit gleða okkum at fáa Stefan aftur í grønu TB/FC Suðuroy/Royn troyggjuna!