Ungdómsvenjingar, dystir og kappingar avlýstar

Fyri at taka ábyrgd í hesum døgum við smittuvanda av Covid-19 hevur ungdómsdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag valt at avlýsa alt virksemi frá í dag av og komandi tvær vikurnar.

Henda avgerð er tikin, eftir at myndugleikarnir hava mælt frá, at fólk savnast í størri bólkum og avgerð er tikin um at steingja skúlar og dagstovnar í landinum.

Hettar er ein ókend støða okur eru komin í, og týdningarmikið er, at okur øll vísa samfelagsatlit og fylgja tilmælum frá myndugleikunum, fyri at minka mest møguligt um smittuvandan við Corona-virusinum.

Broytist støðan, so verður kunnað um tað.

Virðingarmest
Ungdómsdeildin
Tvøroyrar Bóltfelag

Scroll to Top