Uppboðssøla av troyggju

Tit hava valt dagsins leikara móti ÍF og úrsliti gjørdist rættuliga greitt, tá saman um kom. Óli Johannesen, sum við einum málið var við at tryggja eina stigið, varð valdur til dagsins leikara móti ÍF. TB troyggjan við 13-talinum á rygginum hevur tey mongu seinastu árini verið borin av veteraninum, sum hevur leikt imponerandi 339 dystir í TB troyggju! Troyggjan verður sjálvandi eisini við autografinum hjá fyrrverandi landliðshetjuni!

Óli vann atkvøðugreiðsluna, millum tykkum fjepparar, sannførandi við 27 atkvøðum útav í alt 121. Hetta gav honum 22 prosent av øllum stemmunum. Aftaná Óla komu: Aron, Rógvi og Nicky við ávikavist 19, 16 og 15 atkvøðum

Í sambandi við nýggja átaki, sum vit royna í samband við fyrstu atkvøðugreiðsluna, so fara vit at selja troyggjuna, sum Óli leikti í móti ÍF á uppboðsølu umvegis TB.fo.

auction

Tað fyriferst at tann hátt, at tit kunnu geva boð umvegis viðmerkingarteigin niðanfyri ella senda undirritaða, Jan Smedemark, eini privat boð umvegis Facebook ella eitt SMS á 22 83 32. Hetta boðið verður síðani lagt út av undirritaða. Ynskist tað, at navni ikki verður avdukað, so skal boðast frá hesum.

Byrjunarboðið er 500 kr og ásett er eitt krav um hækking á minst 25 krónum um ein ynskir at bjóða yvir hægsta boð.

Uppboðssølan endar leygarkvøldið klokkan 20:00. Um so er, at eitt boð verður skrásett 10 minuttir áðrenn sølan endar, so verður freistin longd við 10 minuttum.

Góða eydnu og vónandi verður áhugin stórur!

Vinnandi boðið: 1.000 kr

Scroll to Top