Ónskvøldið er áttanda umfar á skránni og tá gongur leiðin til Skála. Skála liggur í løtuni á aftasta plássið við einum stigi. Vit hava tvífalt so nógv stig á sjeynda plássið.
Søguliga sæð, so er Skála ein trupul mótstøða hjá TB – tað væntar greinaskrivarin at nógvir núverandi og ikki minst fyrrverandi TB-leikarar kunnu vátta.
Av teimum seinastu 15 dystunum so hevur Skála vunnið níggju, TB fýra og tveir eru endaðir javnt. Í fjør vann Skála allar tríggjar dystirnar. Sostatt er nakað hjá TB at rætta uppá og taka hevnd – vónandi hava Ingason og Raben innstilla kanónirnar.
Eitt er vist og tað er at fyrsti sigur hevði verið kærkomin nú, eisini fyri at koma í nánd av ÍF og EB/Streym, sum liggja á ávikavist á sætta og sjeynda plássið.
Dysturin verður ónskvøldið klokkan 18:00 og verður vístur á R3 hjá Televarpinum við Jóan Paula Jacobsen sum frásøgumanni.
Maðurin við floytuni verður Jóhan Hendrik Ellefsen.
Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir