Upptakt TB – KÍ

Kappingin verður skotin í gongd sunnudagin.

Fyrsti dysturin hjá TB í 2015 verður, tá KÍ kemur á vitjan við Stórá. KÍ, sum seinastu árini, kanska einamest av høvuðsstaðarpressuni, hevur verið skírt sum ein lokalur outsidari til FM-heitið. Hetta er ikki eitt eiti, ið tey fótbóltsáhugaðu í Klakksvík vilja hava sitandi á sær, tí KÍ hevur onkuntíð verið í brotasjógvi síðan seinasta FM-heitið kom í 1999. Teir hevur faktist oftari verið í vanda fyri niðurflyting enn í einum FM-stríði. Tó kann ein ikki taka frá teimum í Klakksvík, at tey hava eina miðvísa ætlan at reka eitt framsøkið felag, ið vónandi einaferð enn fer at vinna eitt FM-heiti til býin. Eitt realistiskt mál fyri KÍ er avgjørt eitt fjórða pláss; og um teir eru hepnir í lutakastinum í løgmanssteypinum, kunnu teir saktans røkka einum finaluplássi.

Tað hevur verið eitt sindur av útskifting í hópinum hjá KÍ í ár. Mikkjal Thomasen er komin úr B36 í venjarasessin. Við sær hevur hann fingið Mayowa Alli, Kenan Hajdarevic og Evrard Blé. Blé er kendur í føroyskum fótbóltshøpi, hinir eru óskrivað bløð. 4 leikarar verða ikki at síggja í bláa búnanum í 2015, teir eru Jóhan Jacobsen, Álvur Christianen, Rodrigo Silva og Bárður J. Heinesen.

TB-liðið er næstan púra óroynt í Effodeildar høpi. Onkrir leikarar hava hollar fótbóltsroyndir, men okur mangla enn eina kollektiva rutinu á hægsta stigi í Føroyum. Leikararnir eru gávuríkir og væntast kann, at tá kappingin er komin ígongd, eru ringastu byrjunarnervanir stabiliseraðir.

Týdningarmikið er at koma væl frá byrjan. Serliga nú í 1. triðinginum, tí dystarskráin hjá TB liggur  hultur til bultur. Felagið roynist ikki væl norðanfjørðs og stigini eru vunnin í Suðuroynni. Eftir KÍ-dystin hevur TB 3 útivallardystir. Um hetta gerst ein meinbogi, er ikki gott at vita, men okur vóna, at felagið fer at gera onkran vørrin, og okur kunnu ikki annað enn at taka ein dyst á gangin. Fyrsta forðingin er KÍ

Góðan dyst

TB – KÍ – Við Stórá, sunnudagin 1. mars kl 15

Scroll to Top