Upptakt til Effo-dystin millum HB og TB

effodeildin

Bæði liðini koma til dystin í Gundadali við tveimum sigrum í skjáttuni. HB stóð seg væl  í Runavík og vann 4-0 móti NSÍ. TB dró ein tepran 1-0 sigur í hús móti Víkingi. Enn hevur onki lið megnað at vunnið móti HB í landskappingini í ár. Einasta tap, sum teir hava havt, kom í steypakappingini seinasta vikuskifti móti EB/Streymi. Teoretiskt er hetta ikki eitt tap, tí EB/S vann dystin eftir brotsspørk. Har HB hevur mist stig, eru í tveimum javnleikum móti B36 og 07 Vestur. HB hevur verið flúgvandi í landskapingini higartil, teir hava skavað 20 stig saman og hava lagt sjógv niður til hini liðini. Tað er onki at ivast í, at uppgávan sunnudagin verður tann truplasta higartil í kappingini hjá TB.

Tað hevur verið sera soltið hjá TB í Gundadali seinastu árini. Okur mugu leita ein hálvan mansaldur aftur í tíðina fyri at finna seinasta sigurin hjá TB har. Hetta var heilt afturi í 1991. Stuttligt er at nevna, at ein blaðungur Óli Johannesen spældi við henda dagin. Tað var tó stóribeiggin, Jón, sum fór avstað við yvirskriftunum. Hann skoraði bæði málini fyri TB í einum 2-1 sigri. Fleiri av teimum, ið skulu verða við sunnudagin, vóru ikki føddir, tá Óli, Jón og hinir í TB tuskaðu runt í Gundadali í 1991.

Kanska tað frægasta avrikið hjá TB var nemliga móti HB í fjør. TB bukaði teir 4-2 í Trongisvági, og í ólavsøkudystinum, spældi TB sera væl allan fyrra hálvleik. Tað vóru bert tvey dreymamál hjá HB, ið gjørdu, at teir vóru við í dystinum. Dysturin fekk tó eina keðiliga vend, tá Gilli Sørensen, av órøttum, fekk reyða kortið. Betra liðið var HB ikki áðrenn hetta. Einherjarnir eisni vóru framúr á ólavsøku, ein ikki hoyrdist mannamál á útskiftisbonkinum, okur máttu geyla okkara millum fyri at hoyra mannamál av øllum ganginum.

Tað er ongin annar enn Oddbjørn Joensen, sum er venjari hjá HB. Hann sat við stýrisvøl í TB  í 2006. HB hevur sum kunnugt nógv gott fólk at arbeiða við, men serliga er tað miðvøllurin við Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen, sum tykist at stýra spælgongdini. Báðir eru framúr leikarar, sum ikki hava nakrar eyðsýndar veikleikar. Tað hava Martin og Ndende sum so heldur ikki, okur kunnu vænta nógvar harðar nærdystir millum hesar fýra.

Tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu TB-liðið hevur ment seg síðan kappingarbyrjan. Senegalesarirnir tykjast at verða komnir til rættis. Diverdics er ein fightari, sum altíð er klárur at fáa fatur á bóltinum, og kombinatiónin millum hann og Ingason í álopinum kann órógva allar verjur í landinum. Martin Tausen er ein sannur leiðari á miðvøllinum, hann kempar fyri hvørjum bólti, og saman við Rógva, sum sanniliga hevur víst seg at verða ein virðiligur liðskipari, hava hesir báðir gingið á odda í hvørjum dysti. Mann kann halda á fram við at skriva lovorð, men lat okkum heldur bíða og vita, hvussu leikur fer fram í Gundadali sunnudagin.

Heimasíðan ynskir øllum ein góðan og hendingaríkan dyst. (les, ongantið betur enn, at TB vinnur 0-1 í einum steindeyðum dysti)

ME

Scroll to Top