Upptakt til Effodystin TB – 07 Vestur

effodeildinÁhugaverdasti dysturin í 11. leikumfari, verður ivaleyst við Stórá sunnudagin. Tað eru 4 stig, ið skilja hesi bæði liðini í botninum á stigatalvini. TB kann við einum sigri leggja 7 stig millum seg og vágaliðið, men um 07 Vestur knógvar TB, so er munurin bert tað eina stigið. Hetta verður ein sokallaður 6 stigs dystur.

Seinast liðini bæði møttust var í Vágunum. Her vunnu vágamenn ein greiðan 4-1 sigur. Uttan eg skal fornermi nakran, so haldi eg, at avrikið hjá TB hendan dagin var sera ússaligt. Umframt at hava gloymt leikbúnarnar eftir við hús, so hekk spælið als ikki saman hjá TB. Tað ringasta av øllum var, at 07 Vestur spældi heldur ikki so væl, men TBarirnir vóru als ikki giraðir til fótbólt í kuldanum hendan dagin. Tað er onki at ivast í, at leikarirnir hjá Hans F. Hansen fara at gera sítt ítarsta, fyri at vaska hendan skamblettin av sær aftur. Tað vóru mong, ið væntaðu TB sum greiðan niðurflytara eftir dystin í Vágunum.

Gongdin hjá vágaliðnum hevur verið eitt sindur misjøvn. Teir hava leikt rímuliga væl, men hava tó lagt rygg til nøkur trivalig tap. Ein skal tó hava í huga, at 07 Vestur eru altíð vandamiklir, teir hava stórar og bulmiklar verjuleikarar, sum eru sera torførir at dekka í deyðbóltsstøðum. Samstundis hava teir víst, at teir kunnu taka stig frá teimum bestu, og teir eru einasta liðið av bygd, sum hevur megnað at tikið stig móti HB. Teir tapa onkuntið illa, men eru í øllum dystum førir fyri at skapa møguleikar, og vinna sær tey neyðugu stigini. Ein gamal kenningur í TB spælir við 07 Vestur. Tað er Gunleif Olsen, hann skoraði m.a. eitt satt dreymamál í javnleikinum móti AB. Hann hevur unnustu úr Vágum, og tey bæði búleikast har. Okur á heimasíðuni ynskja Gunleifi alt tað besta.

Allir leikarir eru tøkir til dystin sunnudagin. TB hevur ongar skaðar ella leikbann at dragast við. Martin Tausen er bert eitt kort frá einum leikbanni, so hann má ansa sær eitt sindur, eg vænti tó ikki at hetta fer at nerva hann.

Øll tey 11 stigini sum TB hevur skavað saman higartil, eru væl og virðiliga uppiborin. Okur sum vara av felagnum eru eitt sindur beisk yvir, at tað ikki hevur hepnast okkum, at hildið fast um leiðslurnar moti B36, ÍF og KÍ, tí um nakar vinnari skuldi verða har, so átti tað av røttum verið TB. Okur hava mist 6 stig í hasum dystunum. Høvdu okur megnað at hildið fast um leiðslunar, so hevði TB ligið nummar tvey við 17 stigum. Tað er gleðiligt, at hugburðurin er góður, TB hevur spælt jaligan og framsóknan fótbólt. Allir 11 leikarirnir ið eru á vøllinum gera sítt til, at álopsspæl og verja virka sum ein eind. Áður dúvaðu okur ov nógv á einstaklingar í álopinum sum Gilla, Bojan og Dan. Tað er alt ov tyngjandi fyri liðið, um álopsbyrðan bert er á fáum eindum á liðinum.

Óansæð, so verður tað ein sannur gysari sunnudagin. Heimasíðan vónar, at ein stór og mælsk mannfjøld møtir upp í Trongisvági, fyri at bera okkara lið til sigurs.

Góðan dyst øll somul.

ME

Scroll to Top