TB spældi ein frálíkan dyst móti ÍF á flaggdegnum. Sum flestum øllum kunnugt endaði dysturin 2-2. Hesin bitin kennist serliga okkum í TB-leirinum beiðskur at svølgja, tí TB vóru stórtsæð betur í øllum aspektum av spælinum meginpartin av dystinum. Hóast eina 2-0 leiðslu til lítil løta var eftir, so megnaði ÍF at venda gongdini og berja seg í dystin aftur, hesum skulu teir hava rós fyri, men okur mugu læra okkum, at verða meira kyniskir og kliniskir í okkara spæli. Hetta minti ikki sørt um dystin í Klaksvík við kappingarbyrjan, okur kundu saktans ført tvey, ja, um ikki 3-0, tá farið var til hálvleiks, men KÍ fekk vent gongdini, og vann dystin at enda trygt.
Tað gleðiliga er, at okur spældu fínan fótbólt allan ÍF-dystin. TB var sera ágangandi, og spældi allatíðina fram móti ÍF-verjuni, sum í heilum mátti gera fríspørk, ið eisini vóru sektaði við gulum kortum. Sum heild kunnu okur verða nøgd spælið, men tað kennist, sum at tvey týðandi stig eru gloppin okkum av hendi.
Tað er sera týdningarmikið fyri okkum, at okur sláa kalt vatn í blóðið, og arbeiða eftir sama leisti, sum okur hava gjørt higartil. Í tveimum dystum hava okur givið FM-vinnarunum og ÍF, sum saktans kann vinna á øllum liðunum í deildini, ein skarpan gang. Slíkt kemur ikki av ongum. Ein av eginleikunum hjá TB hevur verið eirindaleysi stríðsviljin. Missa okur hann, tí okur blíva ov hugmóðugir av tveimum góðum avrikum, so er tað sera skjótt, at Víkingur kann revsa TB.
Hugmóð stendur fyri fallið. Tað var kanska ein slíkan hugburð, ið TB hevði við sær, tá okur fingu bank í Sørvági. Heimasíðan ivast tó ikki eina løtu í, at Hans F Hansen, Karl Øster og Óli Johannesen fara at geva leikarum og viðhaldsfólkum, ein góðan førning til uppgávuna sunnudagin.
Dagsins mótstøðulið er Víkingur. Síðan GÍ og LÍF løgdu sínar ástir saman fyri nøkrum árum síðan, hava fólk mett Víking, sum ein dark horse til at vinna FM á hvørjum ári. Úrslitini hjá teimum hava eisini verið nøktandi, og teir hava havt fleiri umboð á ungdóms eins og á A-landsliðnum. Gøta er tiltikin fótbóltsbygd burturav, so har er ivaleyst almikið av góðum ættarbregi, sum eisini sæst aftur á dagsins Víkinga-liði.
Víkingur má ivaleyst sita við somu kenslu sum TB, eftir seinasta leikumfarð. Teir fingu eisini ein 2-2 javnleik móti 07 Vestur. Hetta eru dystir sum Víkingur má og skal vinna, um teir ætla gera sær dælt í toppinum. Teir koma ivaleyst sera svangir suður eftir trimum stigum sunnudagin. Um okur skulu hyggja eftir teirra liðið, so eru tað serliga tveir leikarar, sum TB skal ansa sær eftir. Teir eru Kaj Leo í Bartalstovu og Finnur Justinussen, báðir eru førir fyri at skora mál nær sum helst í einum dysti, og har serliga tann seinni, hevur frámúr hegni, til at finna vegin fram til málmeskarnar.
Tað gleðiliga í TB er tað, at okur hava Ingason kláran aftur eftir leikbann. Ikki tí, avrikið hjá Aron Sørensen var útmerkað móti ÍF, hann hevði eisini næstseinasta fótin á seinna málinum hjá TB. Aron er ein einastandandi jokari at hava á liðnum. Hansara serligu eginleikar gera, at hann saktans kann spæla allastaðni á vøllinum, og tá hann er í rætta lagnum, er hann ikki grannhavandi. Ingason er ein bombari, slíkir leikarar vaksa ikki á trøðunum, og eru teir allir sera eftirspurdir. Tey málini sum hann hevur skorað, bera eisini brá av hesum. Hann hevur lyndi at verða á rætta staðnum, til ta tøttu tíðina. Heimasíðan vónar at Ingason er svangur, til at gera skaðan góðan aftur, eftir býttisligu útvísingina á Steymnesi.
Okur vilja enn einaferð ynskja øllum ein góðan og undirhaldiandi dyst. Á hinari síðuni, so ynskir ein heldur, at síggja ein vánaligan dyst, bara so leingi TB vinnur, men tykur vita hvat okur meina.
Einaferð, altíð
ME