
Í døgunum 27. til 29. januar skipar Fótbóltssamband Føroya fyri B1-venjaraskeiði á Tvøroyri. Við hesum gerast umstøðurnar hjá suðuroyingum at fara undir venjaraútbúgvingina, munandi betri.
Seinastu mongu árini hevur Fótbóltsamband Føroya, javnan skipað fyri venjaraskeiðum í FSF-húsinum í Havn, og nakrar ferðir hava hesi skeið eisini verið hildin í LÍF-húsinum í Leirvík. Soleiðis verður eisini í ár.
Fótbóltsvenjaraskeið hava eisini verið hildin í Suðuroynni, men tað eru nøkur ár síðan seinast. Tí hevur útbúgvingarnevndin hjá Fótbóltsambandinum avgjørt at skipa fyri einum B1-venjaraskeiði á Tvøroyri í ár. Við hesum verða umstøðurnar hjá suðuroyingum at fara undir venjaraútbúgving, munandi betur.
B1-venjaraskeiðið á Tvøroyri verður á Seglloftinum og í TB húsinum. Skeiðið byrjar fríggjadagin 27. januar kl. 18, og endar eftir ætlan sunnudagin 29. januar kl. 16.
B1- venjaraskeiðið er fyrst og fremst byrjunarskeið hjá teimum, sum ætla at útbúgva seg á venjaraøkinum. Men B1 er eisini viðkomandi fyri foreldur og leiðarar, sum á ymiskan hátt hjálpa til í felagnum.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 16. januar