Væl eydnaðar rannsóknarferðir

Seinastu vikuna hevur FaroeSoccer skrætt nakrar dagar úr kalendaranum at gera nakrar rannsóknarferðir kring landið. Hetta er ein partur av arbeiðinum at skráseta eldru tíðina.

FaroeSoccer hevur heilt frá byrjan havt ætlanir um at skráseta bestu deildina og steypakappingina aftur til byrjanina í ávíkavist 1942 og 1955. Men tíverri hevur ikki verið nóg nógv tíð og orka til hendan partin, hóast gongd hevur verið í málinum alla tíðina.

Men nú tykist veruliga at glógva. Allan veturin at kalla hevur verið arbeitt nokkso væl við eldru tíðini, m.a. eru nú allir teir gomlu dómaraseðlarnir, sum til eru, innlisnir og lagdir út, bæði elektroniskt og sum PDf-fílur. Og tá kanningarferðirnar í seinastuni OG nýggi portalurin hjá Landsbókasavninum, tidarrit.fo, við øllum teimum gomlu føroysku bløðunum, koma afturat, so eru fyritreytirnar munandi betraðar at arbeiða meira miðvíst við skrásetingini av eldru tíðini.

Høvuðsendamálið hjá FaroeSoccer við at vitja í Klaksvík, á Tvøroyri, í Vági og á Landsskjalasavninum (HB og B36) var at avmynda gomlu gerðabøkurnar hjá feløgunum, t.e. avmynda allar síðurnar í gerðabókunum fyri tíðarskeiðið 1942 – tá landskappingin byrjar – upp til umleið 1970-1975. Allastaðni var FaroeSoccer møtt við stórari vælvild og áhuga, og tað takka vit fyri. Ein slíkur túrur sum hesin var heldur ikki møguligur, um FaroeSoccer ikki hevði sponsoreraða bilin frá Bilrøkt tøkan.

Tíðarskeiðið 1949-1970 er tað bara B36, HB, KÍ, TB og (stundum) VB, sum luttaka í bestu deildini (Meistaradeildin) og í steypakappingini (Ísafjarðarbikarið/súlan). Tíðarskeiðið 1942-1948 er eitt sindur annarleiðis samansett. Hetta koma vit nokk aftur til í aðrari grein seinni.

Nú skulu so allar hesar mongu myndirnar av gerðabókunum hyggjast/lesast ígjøgnum á teldu í eini roynd at finna ymiskt manglandi info um gomlu dystirnar, serliga manningarnar og málini (úrslitini eru tó øll kend). Hetta – hóast ikki løtuverk – saman við eini miðvísari gjøgnumgongd av gomlu bløðunum á tidarrit.fo, ger, at nú hómast ein endi á hesum partinum av verkætlanini, ella sagt á ein annan hátt: nú gera vit sjálvir av, hvussu skjótt alt skal ganga.

Greitt er tó longu nú, at verri enn so alt verður funnið. Ein partur av arbeiðinum hjá FaroeSoccer er eisini at staðfesta, hvat ikki er til – og tað er tíverri alt ov nógv. Í dag er støðan tann, at eingin veit nakað ordiliga – heldur ikki FSF.

MarniogOli-650px

FaroeSoccer á vitjan í Vági hjá Óla Holm (hm.), fyrrverandi FSF-forseta, VB-leikara og VB-nevndarlimi. Óli hevur einastu tøku gerðabókina hjá VB liggjandi heima hjá sær sjálvum, tí hann av ringum royndum veit, at tað er ov ótrygt, at hon liggur hjá felagnum sjálvum, og eingin ordiliga hevur ábyrgd av slíkum dýrgripum. Nú eru so allar síðurnar í hesi VB-gerðabókini avmyndaðar, so nú verður hon kanska latin Landskjalasavninum í Havn, har onnur feløg hava valt at goyma sínar bøkur, eitt nú HB og B36. Tað var sera hugaligt at fáa eitt fótbóltsprát við gestablíða Óla og at kunna hann meira um FaroeSoccer – ikki minst um egnu aktivu fótbóltsdagar hansara, sum eru skrásettir á FaroeSoccer (umenn ikki heilt liðugt enn) 🙂

Trongisvagur-650px

Gerðabøkurnar hjá TB vórðu avmyndaðar í sjálvum TB-húsinum. Bøkurnar verða annars goymdar í eini boks í BankNordik. Eldsálin hjá TB, Charlotta Nielsen, forkvinna í ungdómsnevnd felagsins (og alt møguligt annað) var kontaktpersónur hjá FaroeSoccer við Stórá, og ta uppgávuna kom hon sera væl frá. Tað var forkunnugt og spennandi at vitja snøgga TB-húsið og -vøllin á fyrsta sinni.

Klaksvik

Gerðabøkurnar hjá KÍ halda til í eini bankaboks í Norðoya Sparikassa í Klaksvík, og tær vórðu eisini avmyndaðar í bankanum. Tað var fyrrverandi KÍ-nevndarlimurin, Heri Ellingsgaard, sum var kontaktpersónur hjá FaroeSoccer. Her gekk alt eisini skjótt og væl, og FaroeSoccer takkar fyri vælvild frá KÍ, Hera og Norðoya Sparikassa.

Scroll to Top