Væleydna fyrstuhjálparskeið

Skipað var fyri einum fyrstuhjálparskeið í gjárkvøldið og hava 17 fingið prógv í lívbjargandi fyrstuhjálp, hjarta-, og lungubjarging við og uttan hjartastartara. Sostatt er Tvøroyrar Bóltfelag væl tryggjað hvat viðvíkur fyrstuhjálp, um tørvur skuldi verið á tí.

Sum áður nevnt í greinini í samband við at skeiði skuldi haldast, so hevur Tvøroyrar Bóltfelag ein sonevndan AED ella hjartastartara.

hjertestarter-aed-plus

Hjartastartarin var givin í 120 ára føðingardagsgávu til Tvøroyrar Bóltfelag frá Una Persson. Talan er um ein hjartastartara av slagnum Zoll, lesast kann meira um hann her.

Á tíðindamyndini omanfyri síggjast luttakararnir á skeiðnum við prógvunum.

Scroll to Top