Tórskvøldið 16. apríl skipaði TB fyri einum sera væleydnaðum kvinnukvøldið í Trongisvágs skúla. 165 vælupplagdar kvinnur vóru við til tiltakið. Karmarnir í Trongisvágs skúla eru sera góðir til tílík tiltøk, og hetta høvdu fyriskiparnir gagnnýtt til fulnar. Bæði forhøllin og skúlagarðurin vóru sera vøkur og innbjóðandi hølir. Bærendsen Teknik hevði sett sín dám á við vøkrum lampum og prýðislutum. Mariann Mikkjalsdóttir sýndi eisini sínar vøkru málningar fram.
Áðrenn sjálvt tiltakið byrjaði, kundu øll njóta okkurt leskiligt í forhøllini saman við klavertónum frá Drós Ákadóttir.
Skráin fyri kvøldið var fjølbroytt, spennandi og upplýsandi.
Kvøldið byrjaði við, at Bjørg av Rana bjóðaði øllum vælkomnum. Kvøldið var eisini merkt av, at Dronning Margretha hevði 75 ára føðingardag, vit vóru eisini við í føðingardegnum.
Hildur Túná Fjørdal greiddi frá, hvussu tað var at taka sína útbúgving sum fólkaskúlalærari við fjarlestri. Hildur greiddi m.a. frá, hvussu tað var tá avgerðin var tikin um at taka útbúgving við fjarlesti, hvussu dagurin var skipaður og hvussu neyðugt tað var, at tú sum lesandi hevði onnur, ið stuðlaðu tær, t.d. onnur, ið eisini lósu við fjarlesti, familja, ommur og abbar.
Svanna Petersen umboðaði Ergo Vælveru, ið læt nýggja viðgerðarstovu upp á Tvøroyri í mai í fjør. Svanna greiddi frá, ymsum viðgerðum, ið Ergo kundi bjóða sínum viðskiftafólkum bæði til andlit og kropp.
Tveir steðgir vóru har allar fingu lekra salat, ið Anita Farstad hevði gjørt, bollar frá Hans Olaf, kransakøkukonfekt frá Gaards Bakarí og heimabakaðar smákøkur. Lutaseðlar blivu seldir, har møguleiki var at vinna nógvar sera góðar vinningar. Høvuðsvinningurin var eitt vikuskifti fyri 2 vaksin og 2 børn á Hotel Skálavík.
Eftir steðgin var Finngerð Mikkelsen á skránni. Finngerð skuldi greiða frá, hvussu tað var at fáa staðfest bróstkrabba. Finngerð dugdi sera væl, upp á ein positiva máta, at greiða frá og seta orð á hvussu hetta kendist, og hvussu tað ávirkaði alla familjuna. Finngerð er við í Bót til Bata og høvdu allar møguleika at onga sær eina sloyfu og seta Finngerð spurningar hesum viðvíkjandi.
Allar bíðaðu spentar tá Barabara Terjadóttir kom á pallin og greiddi frá hvussu hon hevði broytt eina kvinnu. Kvinnan, ið var so heppin at verða vald til make over hjá Barbaru, var Estrid Kristensen. Estrid var blivin klipt og farva, og var sera nógv broytt. Myndir av Estrid síggjast í myndrøðini.
Onki kvinnukvøld uttan mótasýning, og so var eisini hesaferð. Luttakandi handlarnir hesaferð vóru: Toystovan, Z-Sport, Reinfann og Tóbúðin hjá Gitte. Tey vístu bæði mann- og konufólkaklæðir fram.
Gitte Klein, ið hevur tikið eina master útbúgving í positivari sálarfrøði, greiddi frá, hvussu hugsunarhátturin kann broytast við at hugsa eitt sindur øðrvísi og meira positivt, eisini hevði Gitte nøkur góð ráð, hvussu truplar støður kunnu handfarast.
Kvøldið endaði við, at Óluva Mortensen, við síni vøkru rødd, sang Some Say Love It Is a River og From a Distance. Klaverleikari hjá Óluvu varð Petur Martin Johannesen.
Fyriskiparnir takka øllum, ið hava stuðla og hjálpt til, fyri stóra vælvild.