Vanligasta úrsliti higartil

Vit hava hugt eitt sindur eftir hvussu endaliga úrsliti hevur verið í teimum fyrstu 35 dystunum í Effodeildini hetta árið. Hædd er ikki tikin fyri um málini eru heima- ella útivallar mál. Her er bert hugt at, hvat endaligu taltekinini hava verið eftir dystarlok.

Higartil í Effodeildini er mest vanliga úrsliti ein lítil og málfátækur sigur á 1-0. Eftir hesum kemur ein málríkur javnleikur á 2-2 og síðani málleysi javnleikurin.

Scroll to Top