Venjingardystur móti FC Suðuroy

Í vikuskiftinum sum júst er farin aftur um bak vóru vit í Gundadali og spældu venjingardyst móti HB, talan bleiv um eitt 4-2 tap móti HB, men hálvleikirnir báðir vóru sera ólíkir. HB átti at kalla tann fyrsta, meðan vit sótu meira á seinna hálvleiki.

Næsti venjingardystur verður fríggjakvøldið suðuri á Eiðinum í Vági, har vit møta FC Suðuroy, sum hetta kappingarárið ikki eru at finna í Effodeildini.

Dysturin verður klokkan 18.00.

Scroll to Top