Venjingardystur móti U17 landsliðnum

Sunnudagin 9. mars verður enn ein venjingardystur leiktur á vøllinum við Stórá. Hesaferð er tað føroyska U17 landsliðið, ið kemur at vitja, so talan verður um talentfulla mótstøðu okra menn skulu royna seg ímóti. Dysturin byrjar kl.1400.

 

Annars leikti TB eisini venjingardyst móti Royn farna ónsdag og úrslitið var sera gott, sæð við TB brillum. TB vann heili 6-0 eftir 0-0 í hálvleikinum.  Málini gjørdu Aumang 3, Teitur J. 2 og Martin 1.

Scroll to Top